Havnarfólk fáa nú eitt nýtt fríøki - oman til sjógvin

Tað liggur serliga væl fyri, ikki langt frá miðbýnum

Tórshavnar býráð skal nú taka støðu til um eitt nýtt fríøki skal gerast niðarliga í Havnini

Gongst sum ætlað fáa havnarfólk nú eitt nýtt fríøki, sum eisini verður eitt uppihaldsøki. Tað eru Heðin Mortensen, borgarstjóri og Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, sum hava sett málið á skrá og tað, teir hava í hyggju, er at gera eitt øki við tað, sum verður kallað Penapláss Yviri við Strond, til eitt fríøki og uppihaldspláss við benkrum og útsýnisplássi.

 

##med2##

 

Kommunan eigur ikki stykkið, sum er 2.715 fermetrar, men eigarin er sinnaður at lata kommununa fáa tað. Afturfyri vil eigarin hava 7.375 fermetrar av eini trøð hjá kommununi. Har eigur hann grannatrøðina og ætlanin er at leggja báðar traðirnar saman.

 

Hann heldur, at hann eigur at fáa eitt størri stykki, tí stykkið, býráðið fær, liggur serstakliga væl fyr, heilt oman ímóti sjónum og hann vísir eisini á, at býráðið hevur ein serligan áhuga í tí.

 

Eftir lógini skal kommunan bjóða lendi út í slíkum førum. Men undantøk kunnu gerast, og tí skal landsstýrismaðurin í kommunumálum, Magnus Rasmussen, góðkenna makaskiftið.

 

Umsitingin í býráðnum tekur undir við ætlanini, og nú skal býráðið so taka støðu til málið.

 

 

 

Tórshavnar býráð skal nú taka støðu til um eitt nýtt fríøki skal gerast niðarliga í Havnini

Tað er á hesum stykkinum innan fyri grønu strikurnar, ovast í høgra horni, at ætlanin. er at gera fríøkið. ©Umhvørvisstovan: kort.foroyakort.fo