Listarkvinnan Birgit Kirke - sum er uppvaksin í Tórshavn - er boðin at hava listaframsýning í Grønlendska mentanarhúsinum KATUAQ í Nuuk í tíðarskeiðnum 6. mars - 13. apríl.
Longu í oktober mánað 2012 kom avtalan í lag við Juliu Pars, ið er stjóri og leiðari av hesum vakra mentanarhúsinum í Nuuk.
-Seinast eg var í Nuuk var í 1998, árið eftir at KATUAQ lat hurðarnar upp fyri fyrstu ferð. Eg eri fødd í Grønlandi, so tað er eitt heilt serligt og stórt upplivilsi fyri meg at vísa mínar málningar og standmyndir fram her, í hesum vakra og stórfingna landinum," sigur Birgit Kirke.
Mynd: Helle Bang, Birgit Kirke og Julia Pars.