Eg havi fingið tann lívsarv at vera havnarmaður. Eg búgvi og eri uppvaksin her á hesum nærbýldu heiðum, miðskeiðis í oyggjum okkara, har sum pylsur og sjokopops hava skotrað vanligan mat av borðinum og gjørt treystligar traðarmenn til gummimenn . . . havnarmenn, faktiskt.
Nei, í Havn er smátt við skerpikjøti, válgarum, røstum fiski og denn slags. Tí hóast vágnar báðar eru smekkfullar av bátum, so eru teir bara kamufleraðar oysur, tí vit tíma nokkso illa at fiska soleiðis. Tað er so svansut og ólekkurt at fáast við. Álvaratos. Bátarnir í Havn verða bara luftaðir, tá vit jagstra grind úti í Sandágerði. Okkara hugnaligu spikbeach.
Á bygd býður mongum ímóti. Ikki bara tað at Havnin er burturhjánað kulturelt, tað er eisini so skapt, at hon stjelur arbeiðspláss frá røskum bygdarmonnum, so teir mugu renna aftaná til Havnar at arbeiða. Tí havnarmenn fáast ikki við so møðsaman sport.
Men lat okkum kortini bekenna okkara syndir og geva bygdarmonnum arbeiðsplássini aftur. Tað ger einki, um teir fáa eitt sindur burtur av Havnini, tí hon er bæði stór og deilig og hevur nógv at geva av, bæði arbeiði og inventar. Lat okkum gera tað fyri frið skyld, um ikki annað.
Vit byrja við molanum. Har eru bara skip allíkavæl, so hann kubba vit í passaligar bitar, so at bygdarmenn fáa eitt petti í part. Tey kunnu teir so brúka eftir tørvi - til trappusteinar, barlast ella at sláa hvønn annan í høvdið við.
So verður skipasmiðjan líkasum avmonterað og send til Vágs sum byggisett. Akkurát hetta prosjektið mugu vit tosa við Poul um fyrst, men tað gongur nokk. Hann er góður í ávikum.
Og fyri frið skyld taka vit eisini sjúkrahúsið, vælsignað. Tað skera vit í tveir trivaligar klumpar, sum klaksvíkingar og tvørámenn so kunnu seta upp á síni sjúkrahús. Arkitektoniskt heldur ivasamt, men heilt praktiskt, tí so fáa bygdarmenn tvey stór bygdarsjúkrahús og massar av vindeygum at standa og kikka eftir fólki í. Og so er tann freturin ikki eftir hjá Løgtinginum.
Nú vit eru við Løgtingið og almennar bygningar, munnu vit ikki kunna pilka við teir eisini? Ajú, vit loysa bara omanav og senda onkustaðni. Teir roynast saktans sum hjallar nakrir, ella grótkast kanska. Løgtingið sjálvt kunnu teir koppa á høvdið og brúka sum bátahyl, har tørvur er. Rasmus man vera gott akker, so hann fáa teir bara eisini. Fyri frið skyld, um ikki annað.
Og keturnar uttanum, har sum børnini sita so fitt og reiggja á ólavssøku, tær eru óivað fínar býráðsketur. Nakað tungar ja, men tað heftir ikki fyri hjá sterkum bygdarmonnum at sleingja upp á sínar breiðu herðar. Tá verða allir líka fínir sum Jógvan.
At enda verður kunngjørt, at annað jólakvøld verður jólatræið á Vaglinum físt út í fjara í ringrás við pomp og pragt fyri líkasum at markera hetta sjáldsama tiltak.
Jú, eg skilji væl bygdarmenn, at teir suffa um tað fólk, ið býr í Havn, men tað gert ikki við. Vit eru bara soleiðis. Tað er bara at vóna, at friður kemur á bygdarmenn aftan á allan hurlivasan. Tá hava teir so onga Havn at skeldast inná. Og millum bygdarmenn sjálvar ræður friður. Teir eta ikki sjokopops og annað miks, so har fellur ikki øvugt orð.
Ná, men pytt, tað verður deiligt at búgva í Havn allíkavæl. Her kann eg liggja í friði og náðum, húgga mær í míni fjálgu song og lesa skaldskap. Tí tað er sku viktigt við skaldskapi, tú. Liggja og lesa eina góða bók og tyggja saltpastillur, tað er herligt Havnarlív.