Havnarmenn eru farnir at spíska seg

6-mannafør menn: Víkingur vann fyri fyrstu ferð í ár, tá ið tað var kappast á fjarðastevnu á Skála

Higartil í ár hevur tað verið Skúgvur úr Sandavági, sum hevur verið suverenur í kappingini millum 6-mannafør við monnum. Skúgvur vann á norðoyastevnu, á sundalagsstevnu, á jóansøku og síðsta leygardag á varmakeldustevnu í Fuglafirði.

 

Í dag stemmaði tað ikki so væl hjá sandavágsmonnum, sum tað hevur gjørt undanfarnu ferðirnar.

 

Starturin var ikki góður hjá Skúgvi. Starturin var góður hjá Víkingi hjá Havnar Róðrarfelag, og Víkingur var fremstur eftir startspurtin, Víkingur var fremstur, tá ið tað varð farið undir endaspurtin, og Víkingur var fyrstur um málstrikuna.

 

Merkisvert er tað, at Drekin fyrr í dag vann kappingina millum kvinnur í 5-mannaførum, og nú var tað aftur ein bátur hjá Havnar Róðrarfelag, sum vann. Tað boðar frá, at elsta felagið í landinum er við at fóta sær, eftir at tað higartil í ár bara hevur verið í barnaróðrinum hjá gentum og í kappingini millum gentur, at bátar hjá Havnar Róðrarfelag hava vunnið.

 

Eina løtu sá tað út til, at Skúgvur úr Sandavági eisini fór at tapa ímóti Hvalinum av Eiði, sum leingi var næstfremstur, men í síðstu tøkunum eydnaðist tað akkurát Skúgvi at fáa stavnin undan Hvalinum.

 

##med2##