Havnarmenninir venja ikki

Bæði á Skála og í EB/Streymi skulu teir hesa ferð klára seg uttan lyklaspælarar, ið ikki eru tøkir

Tað plagar at vera tætt, tá ið nýggjastu feløgini í Eysturoy í fremstu deildini telvast, og soleiðis tykist tað eisini fara at vera hesa ferð, hóast fjarstøðan á støðutavluni er stór. Skála hevur givið øllum oddaliðunum skarpan gang, men úrtøkan hevur verið lítil. Hjá EB/Streymi hava avrikini og úrtøkan samsvara, og tí er felagsliðið ovast.
                      Í fleiri ár hava Bjarni Jørgensen og Pætur Dam Jacobsen ferðast úr Havnini og inn á Skála at venja og spæla. Í ár hava teir havt Levi Hanssen í ferðalagnum. Hesar seinastu vikurnar hevur Levi verið einsamallur. Bjarni er vøddaskaddur, og Pætur er knæskaddur. Hvørgin teirra verður við sunnudagin. Eftir at hann leingi treiskaðist skal Bjarni nú binda frið, inntil skaðin er burtur. Hvussu tað verður hjá Pæturi fæst at vita mikudagin, tá ið teir fara at kanna knæið.
 
Sorin ivamsamur
Hjá EB/Streymi er tað ivasamt, um Sorin Anghel verður við. Hann hevur ikki vant í vikuni orsaka av skaða. Ronnie Samuelsen verður ikki við, tí hann skal giftast í morgin. Arnbjørn Hansen er langtíðarskaddur.
Móti VB/Sumba var Knút Vesturtún miðvallari, og Sorin Anghel var einsamallur á toppinum. Hvussu kabalin skal leggjast hesa ferð valdast ikki minst um støðuna hjá Sorin Anghel. Ein møguleiki er, at Fróði Clementsen verður settur í miðverjuna og Marni Djurhuus á miðvøllin, og ein annar er, at liðformaðurin og gamli málrevurin Egil á Bø verður fluttur úr miðverjuni og fram í álopið.