Byggja vit ikki út í Havn nú, missa vit stórar inntøkur
Í tvey ár hava vit í Havn arbeitt við útbygging av havnini.
Tað hevur verið nógv kjak um málið, kenslurnar hava verið heitar og kritikkurin nógvur.
Soleiðis skal tað vera í eini demokratiskari kommunu, har borgarin hevur evsta valdið. Og tí hava vit eisini tikið kritikkin til eftirtektar, og broytt verkætlanina samsvarandi ynskjunum frá nógvum fólkum.
Men tað merkir ikki, at øll útbyggingin skal steðgast! Tí hon er alneyðug.
Fortreytin fyri øllum framburði, øllum trivnað og øllum fólkavøkstri í Havn, er arbeiðspláss. Og endamálið við at byggja út, er at skapa møguleikar fyri nýggjum arbeiðsplássum. Nýggjum inntøkum. Og fólkavøkstri.
Longu nú er havnin ov lítil. Vit fáa ikki nýtt teir møguleikar, vit hava.
Og í komandi tíðum verða møguleikarnir nógv størri. Skipaferðslan kring Føroyar økist nógv, og vit hava allar møguleikar fyri at selja Føroyar sum shipping land, har skip koma inn at skifta manning, bunkra og proviantera. Í hvørjum einasta skipi eru stórar inntøkur.
Men fortreytin er altso, at vit hava eina nóg stóra Havn. Og tað hava vit ikki í dag. Tað skulu ikki nógv skip til, so er ov trongt. Og so enda inntøkurnar, sum kundu komið til Havnar, í Aberdeen ella aðrastaðni í staðin
Mugu fáa loyvini
Kommunan ræður ikki einsamøll á økinum - aðrir myndugleikar skulu geva okkum loyvi. Og eg vóni, at hesir myndugleikar duga at síggja, at hetta er neyðugt, og geva okkum neyðugu loyvini soleiðis at arbeiðið kann fara í gongd.
Alternativið er, at inntøkurnar enda aðrastaðni, og at arbeiðsplássini verða skapt aðrastaðni.
Eg vóni eisini at vit øll duga at síggja vandan í at seta havnina í t.d. Runavík upp ímóti havnini í Havn. Enda vit í einum slíkum stríði, er skjótt at einki hendir. Og tað er púra óneyðugt, tí báðir havnirnar eru neyðugar - hvør til sítt øki, og hvør til sítt endamál. So latið okkum heldur samtarva enn stríðast.
Grindalógin
Inntøkur frá skipum koma ikki minst frá ferðamannaskipum. Her hevur fráboðanarskyldan í grindalóggávuni kasta ein skugga yvir vinnuna. Talið av skipum lækkar - orsaka av fráboðanarskylduni.
Tí vil eg heita á nýggja landsstýrismannin at strika fráboðanarskylduna sum skjótast.
Skal tosið um fólkavøkstur ikki bara vera tos, mugu vit gera tað, vit kunnu, fyri at draga inntøkur til landið.
Vit nýggjum havnum skapa vit nýggjar møguleikar. Og við at strika hasa fráboðanarskylduna annulera vit eitt býtt sjálvmál.
Tróndur Sigurðsson
Formaður í byggi-býarskipanarnevndini