Havnin 17,5 milliónir minni í skatti

Hetta kemur ikki óvart á, tí skattaprosentið var lægri, og tað varð roknað við lægri skattainntøku

Tað sær ógvusligt út í samanteljingini. Fyribils skattainntøkan hjá Tórshavnar kommunu var 17.461.826 krónur lægri í 2013, enn hon var tað í 2012. Í fjør var skattainntøkan 599.864.117 krónur, meðan hon í 2012 var 617.325.943 krónur.

 

Hóast skattainntøkan er minkað við knappliga 17,5 milliónum krónum, sum svarar til 2,83 prosent, so ber hetta ikki boð um, at inntøkurnar at skatta av í Tórshavnar kommunu vóru serliga nógv lægri í fjør, enn tær vóru í fyrraárið.

 

Orsøkin til lægru skattainntøkuna er tann, at Tórshavnar býráð í sambandi við, at fíggjarætlanin fyri 2013 varð samtykt undan jólum í 2012 gjørdi av, at skattaprosentið skuldi lækkað eitt hálvt prosent. Í 2012 var skattaprosentið í Tórshavnar kommunu 20,75, og í 2013 var tað 20,25. Um skattaprosentið í fjør var tað sama, sum tað var í fyrraárið, so hevði skattainntøkan verið umleið 2,65 milliónir lægri í fjør, enn hon var í 2012.

 

Desember royndist væl í skatti í Havn. Inntøkan síðsta mánaðin í 2013 var 1,13 prosent størri, enn hon var tað í 2012.

 

Minni skattainntøkan orsaka av at skattaprosentið lækkaði kom ikki óvart á Tórshavnar býráð, tí í fíggjarætlanini fyri 2013 var lagt uppfyri, at tað fór at bera lægri inntøku við sær, tá ið skattaprosentið var lækkað.

 

Skattaprosentið í høvuðsstaðar kommununi er tað sama í ár, sum tað var í fjør – 20,25.