Tað tók einans fýra minuttir frá tí, at grindin gjørdi landgongd til at síðsti hvalurin var dripin. Tað upplýsir Magnus Magnussen, grindaformaður í Tórshavn.
- Tað gekk heilt óalmindiliga væl. Drápið sum heild tók bara einar fýra minuttir. Tað gekk eisini væl at reka grindina, men hon gjørdi tað óvanliga, at hon kavaði tá vit komu inn um nýggja molan. Tað havi eg ikki sæð áður, men hon kom upp undan aftur beinanvegin, sigur Magnus Magnussen.
Grindaformaðurin metir, at grindin var umleið 50 hval.