Sum Sosialurin frættir, hava bóltfeløgini HB og B36 gjørt eitt partafelag saman við Bjarna Kyster, ið skal byggja og reka eina bowlinghøll í Gundadali. Høllin skal standa millum HB húsið og B36 húsið, og skal hava mátini 35 x 15 metrar. Sjálv bowlinghøllin skal vera í ovaru hæddini, meðan ein innandurða fótbóltsvøllur við graslíki skal vera í niðaru hæddini.
Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur á nøkrum av fyrireikarunum, men sum Sosialurin skilir, er ætlanin, at tað ikki skal ganga long tíð áðrenn farið verður undir at byggja.