Havnin fær mest – men Sandoy og Suðuroy fáa minst

Havnin veksur við risafetum, men í Sandoy og í Suðuroy stendur mest sum í stað

Tað er rættiliga stórur munur á, hvussu nógv tey ymsu økini í landinum fáa burtur úr fólkavøkstrinum, sum er í Føroyum.

Sum vit skrivaðu fyrr í morgun, veksur fólkatalið eini 70 fólk – um mánaðin, og sostatt er fólkatalið vaksið yvir 800 fólk hetta seinasta árið. Men meiri enn helvtin av teimum eru børn, sum eru fødd í Havn, ella fólk, sum flyta uttanlands, til Havnar at búgva.

Í Havn vaks fólkatalið 2,2 prosent hetta seinasta árið, í Vágum vaks tað 2,1 prosent, í  Eysturoy vaks tað 1,8 prosent.

So er eitt glopp niður til Norðoyggjar, har fólkatalið vaks 1,4 prosent. Og so er aftur eitt glopp niður til Norðstreymoy har fólkatalið vaks 0,9 prosent og í Suðuroy og Sandoy vaks fólkatalið bara 0,2 prosent.

Og tað eru serliga havnin, Eysturoy og Vágar, sum fara við størsta partinum av fólkavøkstrinum.

Hinvegin fáa Norðoyggjar ein minni part, men minsta partin av fólkavøkstrinum fáa Sandoyggin og Suðuroyggin

Tað búgva 39 prosent av øllum fólkinum í Føroyum í Suðurstreymoy, men vøksturin her var 435 fólk, ella 51 prosent av øllum fólkavøkstrinum í landinum

Í Eysturoy búgva 23 prosent av fólkinum í Føroyum, men har vaks fólkatalið 209, og sostatt fekk Eysturoy 24 prosent av av fólkavøkstrinum.

Í Norðoyggjum búgva 12 prosent av fólkinum og teirra partur av fólkavøkstrinum er nakað minni, ella 10 prosent.

Í Vágum búgva stívliga seks prosent av fólkinum, men teirra partur av vøkstrinum var gott átta prosent.

Í Suðuroy búgva níggju prosent av fólkinum, men har vaks fólkatalið bara gott eitt prosent.

Men bæði í Sandoy og Suðuroy er tann stóri trupulleikin, at tað doyggja fleiri fólk enn tað eru børn, sum koma til verðina.

Annars halda útoyggjarnar tørn, uttan Hestur, har fólkatalið er minkað eitt fólk hetta seinasta árið.