Havnin fekk ein nýggjan býráðslim í dag

Av tí at Ruth Vang er vorðin fíggjarmálaráðfrú, mátti hon leggja frá sær starvið sum býráðslimur í Havn

 

Tí hevur næsta fólk á listanum hjá Framsókn nú tikið sæti í Tórshavnar býráð. Og næsta fólk á listanum hjá Framsókn til býráðsvalið var Súsanna Olsen, sum á seinasta býráðsvali fekk 171 atkvøður.

Á býráðsfundinum í Havn í kvøld varð sagt, at Ruth Vang hevur boðað frá, at henni berst frá at røkja starv sítt sum býráðslimur, vegna starv sum landsstýriskvinna.

Tað góðtók býráðið, sum tí staðfesti, at treytirnar fyri innkallan av tiltakslimi, ið er Súsanna Olsen, eru loknar.

Soleiðis var atkvøðubýti á listanum hjá Framsókn á seinasta býráðsvali í Havn:

1    Ruth Vang    246

2    Súsanna Olsen    171

3    Bjarni K. Petersen    149

4    Bergun Kass    143

5    Michael Antony Charles Johannesen    127

6    Karlot Hergeirsson    121

7    Sissal K. Kristiansen    79

8    Høgni Reistrup    75

9    Berit W. Samuelsen    45

10    Róaldur Jákupsson    32

11    Kristian Clementsen    24

12    Súsanna Køtlum    17

13    Birgar Johannesen    11