Á býráðsfundi í gjár, samtykti Tórshavnar Býráð, at Havnin ikki verður við í eini møguligari endurfíggjan av føroysku kommunuskuldini.
Í Hósdagsblaðnum greiddi Leivur Hansen frá, at Tórshavnar Kommuna hevur sýnt stóran solidaritet í spurninginum viðvíkjandi kommunuskuldini.
Hansara fatan var tó, at føroysku kommunurnar nú vóru somikið væl fyri, at tær sjálvar megna at fáa neyðugu fíggingina, og at tað tískil ikki var neyðugt við eini endurfíggingarætlan.