Havnin sum súkklubýur

Bogi Andreasen, Varaborgarstjóri í Tórshavn kommunu
----------

Tá eg í síðstu viku var á høvuðsstaðarráðstevnu í Keypmannhavn undir heitinum “Grønur vøkstur”, kom mær til hugs, at vit í Føroyum als ikki eru aftan fyri okkara grannalond, tá tað kemur til at skapa eina umhvørvisliga og grøna samfelagsmenning. Her í okkara lítla høvuðsstaði, haldi eg, at vit eru rættiliga væl við í mun til býirnar í hinum Norðurlondunum, tá tað snýr seg um at spara CO2. Til dømis hava vit ókeypis bussleið, fjarðhita, og sum nakað nýtt fara vit undir at hita tað nýggja ellisheimið yviri við Strond upp við sjóhita. Eisini er ein spennandi vindmylluætlan á veg úti í Nólsoy, ið fer at gera sítt til at minka um oljunýtsluna í kommununi. Somuleiðis arbeiðir SEV við eini vindmylluætlan í Húsahaganum.
Sum føroyingar kenna vit væl Danmark og Keypmannahavn, og júst danski høvuðsstaðurin er víða gitin fyri ta stóru súkklumentanina. Meir enn ein triðingur av íbúgvunum súkkla til og frá arbeiði, skúla ella annað. So langt verður torført hjá okkum at koma, men tað átti avgjørt at verið møguligt at vaksið um súkklumentanina í Havnini.
Nú hugsa helst nógv um veðrið, og jú, gamaní kunnu vit ikki rættiliga samanbera veðurlag okkara við tað danska, tí her er oftani bæði vindur og nógv regn. Rætt er tað, men ígjøgnum eitt heilt ár eru góðveðursdagarnir ella teir frægaru dagarnir ikki so fáir í tali, og hetta eiga vit at gera meira brúk av.
Í Keypmannahavn ganga 4 prosent av íbúgvunum til og frá arbeiði, skúla ella annað, 28 prosent taka buss ella tok, 31 prosent koyra í bili, meðan størsti parturin súkkla; heili 37 prosent.
Sum varaborgarstjóri og formaður í byggi- og býarskipanarnevndini í Tórshavnar Býráð vil eg fegin arbeiða fyri, at talið av súkklandi og helst eisini gangandi fara at vaksa munandi í tali tey komandi árini. Hetta kemur eyðvitað ikki av sær sjálvum, og tí mugu vit sum politikarar tryggja, at tað gerast betri umstøður til oftari at taka súkkluna úr kjallaranum um morgunin og lata bilin standa heima í túninum.
Fyrst og fremst eiga umstøðurnar fyri tey, sum kundu hugsað sær at súkkla, at betrast munandi. Ikki minst, tá tað kemur til at kenna seg tryggari í ferðsluni á súkklu. Hetta kundi til dømis verið gjørt við at seta gongubreytirnar øðrumegin gøturnar av til tey súkklandi, meðan gongufólkið nýtir hina síðuna. Eisini haldi eg tað vera vert at umrøða, um vit ikki eiga at geva nakað av fíggjarligum stuðuli – til dømis 1.000 kr. – til hvønn íbúgva, sum hevur hug til at ogna sær eina súkklu, ið verður nýtt til at koma til og frá arbeiði ella skúla. Hetta vil ivaleyst gera sítt til, at vit fáa ein grønari, vakrari og liviligari bý at búleikast í.
Eg fari nú at taka spurningin upp í býráðnum, so vit kunnu fáa sett hol á kjakið um at fáa ein grønari bý. Millum annað við at skapa betri umstøður fyri tey súkklandi. Ein síðuvinningur er, at nógvir íbúgvar á henda hátt fáa møguleika fyri at røra seg meiri, og tað er heilsufremjandi. Sostatt kunnu vit við einum slíkum átaki fáa eina sunnari bý til gleði fyri okkum øll.