Í Fuglafirði eru tey nú farin undir eitt ódnartak.
Einaferð afturat.
Fuglfirðingar eru nevniliga farnir undir at byggja Havsbrún út.
Og tað er ikki hissini útbygging, tí fuglfirðingar hava spýtt heilar 18 milliónir í ætlanina.
Útbyggingin verður liðug vár, og so fer úrslitið eisini vísa seg.
? Tí tá ið útbyggingin er liðug, verður framleiðslan munandi størri enn hon er í dag.
Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún, sigur, at ætlanin er í fyrstu syftu at byggja ein nýggjan inndampara á virkinum.
Inndamparin eitt tól, sum vinnur proteinið úr fiskasoðnum.
Arbeiðsgongdin á Havsbrún er tann, at fyrst verður fiskurin kókaður og so verður vætan kroyst úr honum.
Fiskurin, sum so er eftir, er nakað turrur.
Síðani fer fiskurin ígjøgnum turkurnar.
Men vætan, sum verður kroyst burturúr fiskinum, er bæði soð og lýsi.
Tann vætan skal síðani sentrifugerast, so at lýsi verður vunnið úr soðnum.
Men í soðnum er nógv protein, og ?arbeiðið? hjá inndamparanum er so at vinna proteinið úr soðnum.
Hesin inndamparin er stórur og í løtuni eru tey í ferð við at reisa ein stóran bygning til hann.
Bergur Poulsen sigur, at við hesum nýggja inndamparanum, verður framleiðsluuorkan økt munandi.
? Í løtuni klára vit at arbeiða 6.000 tons av fiski um vikuna, men tá ið nýggi inndamparin er tikin í brúk, ber til at arbeiða 8.000 tons.
Sostatt er talan um eina øking í framleiðsluorkuni uppá heili 33%.
Men umframt vøksturin í framleiðsluorkuni, hevur tann nýggi inndamparin tann fyrimun, at framleiðslan batnar munandi.
Og so er tað heldur ikki at forsmáa, at arbeiðið er lagt so til rættis, at inndamparin skal brúka avlopsorkuna frá turkunum, so talan verður eisini um eina fittliga orkusparing.
Stjórin á Havsbrún upplýsir, at nýggi inndamparin kostar 12 milliónir.
Hann verður liðugur í februar mánaða.
Tvífalda orkuna
Men Hetta er ikki einasta útbygging á Havsbrún í hesum døgum.
Umframt hendan nýggja inndamparan, eru tey eisini í ferð við byggja fóðurdeildina seta á mjølvirkinum.
Hendan útbyggingin verður liðug í mai mánaða í ár.
Og tá ið hon er liðug, ber til at gera tvær ferðir so nógv fóður, sum nú.
? Í løtuni ber til at gera seks tons av fóðuri um tíman, og tað var heldur lítið. ? Men tá ið útbyggingin er liðug, verður framleiðslu orkan 12 tons um tíman.
Útbyggingin á fóðurdeldini kostar 6-7 milliónir.
Vit hava onki val
Tá ið tit gera so stórar íløgur kunnu tit ikki síggja so svart uppá framtíðina?
?Hetta hevur onki við tað at gera.
? Hetta er heilt einfalt ein spurningur um at yvirliva.
? Í hesari vinnuni slítast maskinurnar og verða skjótt ótíðarhóskandi.
? So tann, sum ikki fær sær nýggjar maskinur við ávísum millumbilum, skal gloyma alt um at verða uppi í hesi vinnuni, tí hann er liðugur.
? Vit standa við rygginum ímóti múrinum alla tíðina, so einfalt er tað.
Men tit hava kortini góðar vónir fyri framtíðini?
? Ja, tað hava vit.
? Tíðirnar skifta.
? Og vit vita, at tá ið tað hevur gingið afturá, fer tað at ganga framá aftur. Og vit innrætta soleiðis, at vit eisini yvirliva í ringum tíðum. ? Hesi seinastu árini hava verið góð.
? Útlitini fyri komandi ár eru ikki heilt so góð, tó at tey avgjørt ikki eru vánalig, sigur Bergur Poulsen.