Havsbrún fingið høgt virda góðkenning

- Vit eru errin av kunngera ein týðandi varða á okkara ferð innan burðardygd, nú fóðurframleiðsludeildin á Havsbrún formelt er góðkend sambært Aquaculture Stewardship

- Hendan høgt virda góðkenningin endurspeglar okkara støðuga áhaldni í at framleiða fóður á ábyrgdarfullan hátt og at brúka burðardyggar alingarhættir. ASC Feed Standard setur strong krøv til bæði umhvørvisliga og samfelagsliga ábyrgd í allari fóðurveitingarketuni – frá útvegan av rávørum til framleiðslu og sporføri.

 

Burðardygd er kjarnin í øllum, sum tey gera á Bakkafrost.

 

- Hetta avrik er ein týðandi liður í okkara strategi fyri samtakið - at allur okkara laksur skal vera ASC-góðkendur, soleiðis at øll virðisketan stendur mát við hægstu altjóða krøv um burðardygd og gjøgnumskygni.

 

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, sigur, at góðkenningin av Havsbrún er eitt stórt stig á leiðini mótvegis málinum um, at allur laksur hjá samtakinum skal verða ASC-góðkendur.

 

- Góðkenningin vísir styrkina í okkara integreraðu virðisketu og okkara áhaldni at reka ábyrgdarfulla aling - frá fóðri til føði, sigur stjórin.

 

Víst verður á, at ASC Feed Standard er ein altjóða viðurkendur mátistokkur, sum er mentur av einum samstarvi millum serfrøðingar, NGO’ar (almannagagnligir felagsskapir óheftir av politiskum myndugleikum) og vinnuleiðarar.

 

- ASC Feed Standard-mátistokkurin setur strong krøv, sum tryggja, at fóðurframleiðarar virka ábyrgdarfult - við at minka um ávirkan á umhvørvið, verja lívfrøðiligt margfeldi og tryggja rættvísar arbeiðsumstøður, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost-samtakinum.

 

Havsbrún er ein týðandi partur av Bakkafrost-samtakinum.

 

- Fyritøkan framleiðir dygdargott fóður til okkara laks og hevur sostatt ein lyklaleiklut í at stuðla eini burðardyggari matarskipan frá fóðri til føði, verður lagt aftrat.

 

ASC-góðkenningin vísir leiðsluna og áhaldni hjá Havsbrún viðvíkjandi at menna burðardygt fóður til aling um allan heim.