Havsbrún í góðum stima

- Higartil í ár eru vit farin um tey 200.000 tonsini av rávøru, sigur Odd Eliasen, stjóri á Havsbrún.

Tað var tann tíð, tá Havsbrún í Fuglafirði keypti fleiri enn 300.000 tons av rávøru til sína framleiðslu í eitt ár. Men, sum tíðin leið, komu eisini ár, har ráfiskanøgdin datt heilt niður um 50.000 tons.

 

Men, í ár sær aftur rættiliga gott út hjá fóður-og mjølvirkinum í Fuglafirði.

 

- Higartil í ár eru vit farin um tey 200.000 tonsini av rávøru, og gongur væl dagarnar fram til jólahøgtíðina, fáa vit væntandi nøkur túsund tons aftrat.

 

Tað sigur Odd Eliasen, stjóri á Havsbrún.

 

Í gjár, tá In.fo skifti orð á stjóran, lá Christian í Grótinum og landaði. Skipið hevði fulla last av svartkjafti, og Jupiter lá tá við 2500 tonsum og bíðaði eftir landingartørni. Teir byrjaðu at landa Jupiter á middegi í dag.

 

- Vit klára í mesta lagi at landa eini 2000 tons av svartkjafti um samdøgnið, tí fiskurin skal arbeiðast undan so hvørt, sigur Odd Eliasen, sum annars fegnast um gongdina í ár.