Havsbrún keypt nógvan makrel

Hesar seinastu vikurnar hevur Havsbrún í Fuglafirði keypt nógv tons av makreli frá uppsjóvarskipum til sína framleiðslu av lýsi og fóðri. 

Á heimasíðuni hjá virkinum í Fuglafirði týsdagin verður víst á, hvørjar landingarnar hava verið hesar seinastu tvær vikurnar.

 

Í viku 32, sum var seinasta vika, vóru skipini hesi: 

 

Christian í Grótinum (3200 tons), Katrin Jóhanna (1600), Finnur Fríði (2000), Gøtunes (2800), Jupiter (400), Birita (600), Polar Ammasak (750), Polar Amarok (500) og Borgarin (600 tons).

 

Hesa vikuna, sum er vika 33, eru skipini hesi:

 

Norðingur (1200 tons), Arctic Voyager (1000), Tróndur í Gøtu (600) og Tummas T (580 tons).