Fríggjadagin var ein lítil samkoma umborð á Dúgvuni, tá Kristian Davidsen, stjóri á Strandfaraskipum Landsins, saman við Regini Vágadal, rakstrarleiðara, og Páll Heinesen, starvsfólkaleiðara, hildu røður og takkaðu Sámal Jákupi fyri tíðina.
Sunnudagin segði manningin farvæl við ein góðan døgurða umborð á Dúgvuni.
Sámal Jákup er 67 ára gamal og klaksvíkingur. Hann tók stýrimansprógv í 1960 og skipsføraraprógv í 1967.
Hann sigldi við skipum hjá Kosangass frá 1960, til hann fekk fekk starv hjá Strandferðsluni í 1970.
Fyrst sigldi hann við "Pride" til 1972, tá hann bleiv skipari á gomlu "Ternuni" og frá 1980 við nýggju "Ternuni". Í 1982 bleiv hann skipari á "Teistanum", har hann var í 14 ár.
Síðan 1996 hevur Sámal Jákup fyri tað mesta siglt um Leirvíksfjørð við Dúgvuni.
Hesi árini hevur hann eisini havt ymiskar aðrar uppgávur, t.d. hevði hann uppsýn við vaktarskipinum "Tjaldur" ið varð bygt í Svolvær í Lofoten, og var hann við til at sigla skipið heim í 1976.
Sámal Jákup sigur, um hesi árini hann hevur siglt sum skipari, at tað hevur verið ein spennandi og innihaldsrík tíð, serliga árini við "Teistanum", teir sigldu t.d í Karibien og í Álandi, og millum Åbenraa og Echenførd í Týsklandi, eisini avloystu teir á innanlandsrutum í Danmark, millum Ebeltoft og Sjællands Odde og millum Grenå og Hundested.
Hóast honum hevur dámt væl, gleðir Sámal Jákup seg til at kunna taka sær av løttum fyrstu tíðina. Hann hevur annars nokk at takast við, hús, neyst og bát, alt skal haldast við lika.
Sámal Jákup er sonur Linu, f. Johansen, vanliga nevnd Lina í Ánunum, hiðani hon var ættað, og Thorvald Hansen, vanliga nevndur Thorvald í Ídni, í Klaksvík.
Hann er giftur við Hannu, f. Simonsen, úr Klaksvík, dóttir Veru, f. Petersen, úr Keypmannahavn, og Símun Simonsen, vanliga nevndur Símun á Gørðum, í Klaksvík.
Hanna og Sámal Jákup eiga fýra børn, Thorvald, sum býr í Klaksvík, Vivian, Lina og Símun, búgva øll í Danmark. Ommu- og abbabørnini eru 8 í tali.
Hósdagin fara Hanna og Sámal Jákup við Norrönu til Danmarkar at vitja familjuna.