Góð 151,6 tons vórðu seld á Fiskamarknaði Føroya í dag fyri ein miðalprís á 16,38 krónur fyri kilo. Tað var serliga havtaska, sum lyftir undir miðalprísin. Hóast størstu nøgdirnar á Fiskamarknaði Føroya at kalla hvønn søludag er toskur, sæst tað beinanvegin á miðalprísinum, um hampiligar nøgdir av havtasku eisini eru á marknaðinum.
Soleiðis var á søluni í dag.
Av stívliga 151 tonsum tilsamans, vóru góð 70 tons av toski, mest av toski 4, sum fór fyri miðalprísin 13,50 krónur fyri kilo.
Næst størsta nøgdin á marknaðinum í dag var havtaska, umleið 33 tons. Besti miðalprísur fyri havtasku var 34,77.
Á triðja plássi í nøgd í dag var hýsa, góð 16 tons tilsamans.
Hýsan, sum kemur upp á land, er ikki smá. Í flestu førum er mest av hýsu 2, og soleiðis var eisini í dag. Hýsa 2 fór fyri miðalprísin 11,90 krónur fyri kilo.
Nakað var eisini av brosmu og longu, ávikavist 12 og 10 tons. Besti miðalprísur fyri brosmu var 8,20 og fyri longu 12,30 krónur fyri kilo.
Tað, sum serliga lyfti undir miðalprísin á marknaðinum í dag, vóru tey 33 tonsini av havtasku.
Góð 2,2 tons vóru eisini av toskarognum og góð 5,3 tons av upsarognum. Miðalprísurin fyri toskarogn var 9,10 og fyri upsarogn 8 krónur fyri kilo.
Sølan av teimum tilsamans 151 tonsunum á Fiskamarknaði Føroya í dag gav góðar 2,4 miljónir krónur.