Tað var eitt mest sum skelkað HB-lið, sum fór á vøllin mikukvøldið. Í øllum førum var trýstið á spælarunum stórt, nú teir høvdu tapt tveir dystir í slag. Uppgávan mikudagin var enntá ein endurtøka av fjórðingsfinaluni í steypakappingini, tá HB mátti siga farvæl til ársins útgávu av ólavsøkufinaluni.
ÍF ætlaði sær endurtøku
Eftir trý tap í fyrstu sjey dystunum ? og steypa-exit?ið - hevur kritikkurin av HB-liðnum verð harður. Ikki minst hevur venjarin fingið ákoyringar fyri at seta liðið skeivt, men í so máta varð leitað aftur á gamlar gøtur mikukvøldið. Heine var sjálvur í álopinum saman við Tór-Ingar Akselsen. Úti í borðunum vóru John Heri Dam og Jákup á Borg, meðan Hallur Danielsen var aftur at síggja á bakkinum.
Offurið í hesum var Hans á Lag, sum hevur verið vikarur á álopsplássinum. Hann plagar annars at vera partur av verjuni ? og gjarna miðverjuni ? men her hevði venjarin altso givið afturval til Rasmus Nolsøe og Jóhannis Joensen.
Hetta gav eisini meira struktur í HB-spælið, men fyrstu løtuna var hetta tó ikki nakað, sum var so ógvuliga eyðsýnt. Ikki minst, tí gestirnir tóktist vera fullir av sjálvsáliti. Kanska leitaðu teir eftir eini endurtøku av uppskriftini frá seinasta hóskvøldi, har teir skoraður tíðliga fyri síðani at halda fast, og onkra ferðina var eisini um reppi, at talan gjørdist um heilt góðar møguleikar.
Nærri enn eini frekari roynd frá Sylla, sum Bárður akkurát fekk jústað út um handaru stólparótina komu teir tó ikki, og um miðjan hálvleikin hendi so tað, sum ikki mátti henda hjá ÍF. Málið hjá HB var enntá ein brølari av teimum stóru, tá Bartal ikki hoyrdi »eg havi« rópið frá málverjanum, sum var á veg út, men ístaðin snittaði frísparksinnleggið frá Jákupi á Borg í tóma málið.
Aftur á slóðina
Tað var um reppið, at javnstøða kom í aftur alt fyri eitt, men Hallur Danielsen var einasti heimamaðurin, sum hevði fingið armarnar niður, og so fekk hann ruddað flata innleggið burtur, beint áðrenn ein púra blankur Gunnar Nielsen skuldi senda í kassan.
Og so hendi í veruleikanum ikki so øgiliga nógv meira fyri steðgin. Fuglfirðingarnir koyrdu á í royndunum at vinna sær javnleikin aftur, men hóast hetta skapti einstakar vandastøður, so sat áskoðarin helst við kensluni av, at dysturin nú formaði seg júst soleiðis, sum vertirnir vildu hava hann.
Gyltu árini, sum HB nú hevur havt, eru í nógvar mátar úrslit av væl skipaðum liðavrikum við sterkum einstaklingum, heldur enn spruttandi sjampanju-fótbólti, og hesa uppskriftina sluppu teir nú eisini at venda aftur til. At teir so eisini mistu Kára Nielsen, eftir at hesin fekk ein snudd í høvdið eftir luftdyst við Høgna Zachariassen, gjørdi fyri sovítt heldur ikki støðuna verri. Tí hóast framúr arbeiðssamur, so hevur Kári als ikki verið sama drívmegi á miðvøllinum í ár, sum hann var tað í fjør. Og tá ungi Svenn Dam Jacobsen, ið loysti av hesaferð, hevur eina góða blanding av hørðum arbeiði og góðum bólteyga, tóktist hetta bara styrkja um HB-liðið.
Korthúsið rapaði
Gongdin í spælinum helt sær eisini eftir steðgin. ÍF royndi framhaldandi at trýsta, meðan HB bíðaði eftir møguleikanum, sum kundi avgera dystin, og tá hesin so kom, so varð so sanniliga tikið av. Allan Joensen var kanska ikki heilt ósekur, tá hann loyvdi ikki serliga góða skotinum frá Tór-Ingari at fara í kassan, men frá hesi løtu var so eingin sum helst ivi um úrslitið.
Fuglfirðingarnir, sum fyri tað nógva hava havt viðrák í ár, tóktust ikki vera gearaðir til mótburðin, sum nú stóð fyri framman. Og heldur enn at sláa kalt vatn í blóðið og siga »hatta var tað«, so rapaði korthúsið nú fullkomuliga. Hóast teir ongantíð veruliga satsaðu alt frameftir, so fall verjuparturin fullkomuliga saman. Eitt fyri og annað eftir skolaðu málini aftur um Allan Joensen, og ein væl leikandi Jákup á Borg ? var við í allar-allar flestu atsóknunum ? kundi enntá loyva sær at senda brotsspark nakrar metrar við síðuna av málinum, uttan at hetta kostaði tað minsta. Sigurin var í øllum førum vísur kortini.
Í tøkum tíma
Og eftir dystin stóð spurningurin helst, hvussu úrslitið mikukvøldið fer at ávirka báðar partarnar. Fyri ÍF var hetta í øllum førum ein lærupengi um, at sleppur tú konsentratiónini eina løtu, so verður tú revsaður. Tað krevur hart arbeiði í 90 minuttir hvørja einastu ferð, um tú skalt vera við í oddinum, og hetta livdu teir so ikki upp til hesaferð. Og fyri venjaran mundi tapið kanska kennast sum eitt slag av deja-vu frá 1991, tá hann av B36-beinkinum sá HB vinna risa-sigur á B36. Ein sigur, sum varð fingin í lag eftir júst somu uppskrift, sum tann, ið varð nýtt hesaferð.
Fyri HB hinvegin mundi sigurin koma í tøkum tíma. Sannførandi tølini munnu eisini geva bæði venjara og spælarum frið til fyrireikingarnar til oddadystin mánadagin, tá teir skulu í holt við fyrsta slagið um høvuðsstaðin. Ein dystur, sum samstundis er avgjørdi oddadysturin millum nummar eitt og tvey. Júst móti B36 hevur tølandi spælið og kviku frambrotini oftani verið ein avgerandi lykil, og dysturin hesaferð gav so prógv um, at HB framvegis dugir hetta kynstrið. Og ikki minst mundi hetta prógvið vera týðandi fyri sjálvsálitði hjá spælarunum.