HB eigur Havnina

B36 tapti grannauppgerðina, og nú eru tað meiri enn trý ár síðani, at árstalsfelagið vann á grannunum

Tað var triðja plássið í landskappingini og fyrsta plássið í høvuðsstaðnum, ið stóð upp á spæl, tá ið B36 og HB, sum bæði høvdu 19 stig, hittust í góðveðrinum í Gundadali í kvøld.

 

Nú hevur fíni dómarin Alex Troleis bríkslað fyri síðstu ferð, og máltalvan vísir 0-1. Hetta er nett sama úrslit, sum tað var, tá ið liðini hittust í triðja umfari.

 

HB sigurin ber við sær, at tað nú eru meiri enn trý ár síðani, at B36 vann fulla úrtøku ímóti grannunum, og harvið hevur Dan Brimsvík ongantíð vunnið ímóti grannafelagnum, síðani hann á heysti í 2020 tók við sum venjari hjá B36.

 

Síðani nýggi HB venjarin tók við, hevur Pætur J. Petersen verið fremsti maður hjá HB, og í kvøld var tað hann, sum lítla løtu undan steðginum skoraði málið, tá ið hann við høvdinum stýrdi bóltin í málið, eftir at Heri H. Mohr úr høgru legði bóltin fram fyri málið.

 

Ferðin var høg, og talan var um nógvar nærdystir, har tað varð lagt nógv fyri.

 

HB var fyri tað mesta leikliga omaná. Nýggi venjarin boðaði beinanvegin, tá ið hann tók við, at ætlanin hjá honum var, at hansara menn skuldu vera framrættaðir og agressivir frammarlaga á vøllinum, og soleiðis var tað í kvøld. HB vann sær fleiri góðar málmøguleikar, men sum so ofta fyrr í ár, so gekk tað illa at umseta møguleikar til mál.

 

B36 megnaði illa at spæla seg úr trongu støðunum, tá ið teir á árstalsliðnum vunnu bóltin. Tíggju minuttir undan leikloki varð Uros Stojanov skiftur inn á B36 liðið, og tá ið bæði hann og Brian Jakobsen vóru í fremstu røð, var talan um onkrar spentar støður, men Teitur Matras Gestsson bjargaði væl.

 

Síðani HB skifti venjara, hevur liðið spælt tríggjar dystir. Teir hava allir verið í Gundadali, og HB hevur vunnið teir allar - 2-1 í steypakappingini ímóti AB og 3-0 og 1-0 í landskappingini ímóti ávikavíst 07 Vestur og B36.

 

Nú grannarnir í Gundadali fara í landsliðssteðg, og fleiri spælarar verða upptiknir av A og U-21 landsliðnum, sigur støðutalvan, at HB er á triðja plássi við 22 stigum, og at B36 er á fjórða plássi við 19 stigum.

 

 

 

B36 – HB 0-1 (0-1)

 

0-1: Pætur J. Petersen 41.

 

Dómari: Alex Troleis

 

B36: Mattias H. Lamhauge – Símun Sólheim, Thor Høholt, Sonni Ragnar Nattestad, Magnus Egilsson (Andreas Thomsen, 86.) – Eli Falkvard Nielsen (Uros Stojanov, 82.), Magnus Holm Jacobsen – Martin Agnarsson (Ragnar Samuelsen, 71.), Michal Przybylski, Bjarki C. Nielsen – Brian Jakobsen

 

Gult kort: Magnus Egilsson, Martin Agnarsson, Eli Falkvard Nielsen, Magnus Holm Jacobsen

 

Venjari: Dan Brimsvík

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Heri H. Mohr, Bartal Wardum, Hørður H. Askham, Daniel Johansen – Adrian Justinussen, Dan í Soylu, Áki D. Samuelsen (Jákup L. Thomsen, 66.), Ári Mohr Jónsson – Stefan Radosavljevic (Heðin Hansen, 73.), Pætur J. Petersen (Hilmar Leon Jakobsen, 84.)

 

Gult kort: Áki D. Samuelsen, Teitur Matras Gestsson

 

Venjari: Savic Dalibor