Teir eru farnir at rinda møðina og tosa um tingini í Klaksvík. KÍ hevur vitjan av HB, og nú tað er hálvleikur, er KÍ frammanfyri 1-0. Málskjútti var Símun Joensen í 9. minutti, eftir at horna var komið innfyri úr høgru.
Klaksvíkingar hava verið grammir, og teir hava ligið tættir í havnarmonnum, sum als ikki hava fingið spælið at rigga.
Tíggju minuttir undan steðginum fór Christian Høgni Jacobsen at gera um seg. Hann hevur havt fleiri nærgangandi royndir, men vælupplagdi Jákup Mikkelsen í KÍ málinum hevur higartil hildið tætt.