Niðurteljingin er liðug. Dómari hevur bríkslað fyri síðstu ferð, og fyri fyrstu ferð síðani 2008 hevur HB vunnið á grannunum í B36. Úrslitið var 2-1, sum eisini var hálvleiksstøðan.
Úrslitið ber við sær, at HB er FM vinnari í 2010. Harvið hevur sigursvanda felagið endurvunnið FM heitið, sum teir vunnu í fjør.
Hetta er 21. ferðin, at HB er meistari. Fyrsta FM heitið vann HB í 1955 ella fyri 55 árum síðani.
Næsta FM heitið varð vunnið í 1960. Fyrsta hattrikkið í FM heitum var í 1963, 1964 og 1965. Síðani eru mong FM heiti vunnin, og nú er altso 21. føroyameistaraheitið veruleiki.
Merkisvert er tað, hvussu væl tað hevur hilnast, síðani Julian Hansen 13. september tók við sum HB venjari. Síðani hevur HB spælt seks dystir. Teir hava vunnið fimm og spælt ein javnan.
Michael Platini, forseti í UEFA, fer nú at handa HB FM steypið.
-------------------
80 min.
Tað er órudduligt, og tað er lítið av skipaðum spæli.
Í HB skýlinum er lagið gott, tí nú er FM heiti tíggju minuttir burtur!
----------
60 min.
2-1
Skipaðum spæli hevur tað ikki verið so nógv av eftir steðgin.
B36 hevur eitt sindur betri tak á fótbóltsspælinum.
HB tykist vera farið at hugsa um at binda um. Verjukendi Kári Nielsen er komin á vøllin fyri framrættaða Rókur Jespersen.
---------------
Hálvleikur
2-1
45 min.
2-1: Christian R. Mouritsen 42.
Bara lítla løtu eftir at HB hevði økt um leiðsluna, svaraði B36 aftur. Málskjútti var Christian R. Mouritsen, sum smekkaði bóltin upp undir nettakið. Uppspælið átti Hjalgrím Elttør, sum sera snildisliga krúllaði seg leysan í vinstru, áðrenn hann legði innfyri.
------
40 min.
2-0: Hendrik Rubeksen
Tað er einki, sum bendir á, at HB skal kiksa, nú FM heitið er á stokkinum.
Fimm minuttir undan steðginum hevur Hendrik Rubeksen skorað, eftir at fríspark frá Róki Jespersen úr stórari fjarstøðu brast í stólpan.
---
1-0: Fróði Benjaminsen 7.
Eftir hornaspark var tað HB liðformaðurin, sum stýrdi bóltin í málið.
HB hevur lagt ógvuliga bragdliga fyri.
HB-B36 kl. 15.00
Dómari: Petur Reinert
HB: Marcin Dawid - Levi Hanssen, Tordur Hreiðarsson, Vagnur Mohr Mortensen, Hendrik Rubeksen - Rógvi Poulsen, Fróði Benjaminsen, Milan Kuljic, Símun Samuelsen - Rókur Jespersen - Andrew av Fløtum
B36: Magnus Poulsen - Jónas T. Næs,Dmitrije Jancovic, Odmar Færø, Símun Joensen - Bárður Olsen, Klæmint Matras, Christian R. Mouritssen, Róaldur Jakobsen - Jákup á Borg, Hjalgrím Eltør