HB er nýtt topplið

Mótbrekkan er øgilig hjá NSÍ, sum samanspælda HB hevði lætt við at vinna trivaligan heimasigur

HB er topplið eftir tvey umfør. Eins og KÍ hevur HB fult stigatal, men málmunurin hjá havnarmonnum er betri, enn hann er hjá klaksvíkingum.

 

Tað var heilt stórur munur á, tá ið HB seinnapartin hevði vitjan av NSÍ.

 

Manningarliga stendur tað illa til hjá Toda Jónsson og NSÍ, sum stríðast við at samanspæla lið við nógvum heilt óroyndum spælarum, meðan HB hevur mest sum somu manning, sum í fjør endaði næstfremst, og sum nú spælir fyri at vinna FM.

 

Hóast HB alla tíðina var omaná, so var tað fyrra partin av fyrra hálvleiki merkiliga lítil munur á.

 

Fyrsta løtan hjá NSÍ var so óheppin, sum tað ber til at ímynda sær. Eftir HB innlegg úr høgru vildi tað so illa til, at NSÍ vongverjin í høgru stýrdi bóltin í sítt egna mál, tá ið hann ætlaði at beina hann út til horna. Men tá ið eitt korter var farið var tað aftur javnt, og so kendist tað sum um, at gestirnir vónaðu, at hetta kundi fara at ganga ikki verri enn illa.

 

Jørgen Nielsen javnaði fyri opnum máli til 1-1 eftir flatt innlegg frá nýggja álopsspælaranum Kristian Andersen, sum var rættiliga eyðsýndur.

 

So skoraði HB trý mál í 20 minuttir, og í fleiri førum var tað, eftir at teir gulu og svørtu ikki vóru nóg neyvir í uppspælinum. Heðin Hansen, sum var einsamallur á verjukenda sentrala HB miðvøllinum, átti fínu sendingina, tá ið Stefan Radosavljevic skoraði til 2-1, Stefan Radosavljevic átti sendingina, tá ið Jákup L. Thomsen økti um munin til 3-1, og dygst undan steðginum var Stefan Radosavljevic aftur upp á spæl eftir sending frá Jákupi L. Thomsen.

 

Eftir sending helt HB fram við at pressa frammarlaga. Bólturin dansaði aftur og aftur á og frammanfhri málstrikuna, og Tórður Thomsen í NSÍ málinum spílaði seg av álvara út.

 

Eitt korter eftir steðgin stútaði Áki D. Samuelsen mitt fyri málinum til 5-1, eftir at Hilmar Leon Jakobsen legði innfyri úr høgru, og so var innskifti Øssur M. Dalbúð tvær ferðir tætt við, áðrenn ???

 

 

 

HB – NSÍ (4-1)

 

1-0: Sjálvmál

 

1-1: Jørgen Nielsen

 

2-1: Stefan Radosavljevic

 

3-1: Jákup L. Thomsen

 

4-1: Stefan Radosavljevic

 

5-1: Áki D. Samuelsen

 

Dómari: Kári J. á Høvdanum

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Heri H. Mohr, Gustav Kjeldsen, Hørður H. Askham, Daniel Johansen – Heðin Hansen – Jákup L. Thomsen, Stefan Radosavljevic, Áki D. Samuelsen, Adrian Justinussen – Hilmar Leon Jakobsen

 

NSÍ: Tórður Thomsen – Pætur Hentze, Meinhard Debes Geyti, Albert Róin Johannesen, Pætur Turiðarson Skipanes – Búi Egilsson, Bergur Johannesen, Sølvi Sigvardsen, Jørgen Nielsen – Kristian Andersen, Hans Marius Davidsen