Teir eru farnir undir tak at hvíla seg og leggja ætlanir, hvussu teir skulu fara undir seinna hálvleik við Margáir, har EB/Streymur hevur vitjan av toppliðnum HB.
Støðan er 2-1 til HB. Øll málini vórðu skorað miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og øll vórðu skorað eftir hornaspark og aftur og fram.
Hilmar Leon Jakobsen legði HB framum 1-0 í 20. minutti. Andras Ó. Olsen javnaði í 25. minutti, og minuttin eftir var tað Daniel Johansen, sum aftur legði HB framum 2-1.
HB legði fyri við øgiligum trýsti, uttan at talan var um so nógvar upplagdar málmøguleikar. Síðstu løtuna hevur tað ikki verið so stórur munur á, sum tað var fyrsta hálva tíman.