HB er styrkismett hægri enn Derry City

UEFA Conference League: HB møtir einum liðið í mótgongd, tá Derry City kemur á vitjan

Hóskvøldið klokkan 19 spæla HB og Derry City á Tórsvølli í 1. undanumfarinum í UEFA Conference League. Írska deildin er styrkimett lægri enn tann føroyska, og Derry City (342) er styrkismett lægri enn HB (259), men tað er ikki øll søgan.

 

Styrkismetingin byggir á samlaðu úrslitini í Evropa seinastu fimm árini hjá hvørjari deild. Tað eru eisini onnur viðurskifti, sum kunnu spæla inn. Eitt nú at bestu spælararnir í Írlandi í størri mun verða seldir enn spælarar í føroyskunum liðnum.

 

Derry City vann móti júst Sligo Rovers fríggjakvøldið. Her sat millum annað Ryan Graydon uttanfyri. Vongurin verður væntandi seldur til Fleetwood Town í lægri ensku deildunum. Í hansara stað er komin ein Paul McMullan frá Dundee FC úr Skotlandi.

 

Seinast eitt føroyskt lið møttinum írskari mótstøðu var í 2020, tá KÍ tapti avgerandi dystin um at koma í Europa League bólkaspælið móti Dundalk FC. Teir keyptu seinni Sonna Ragnar Nattestad. Í dag spælir Stefan Radosavljevic við Sligo Rovers í Írlandi.

 

Seinast Derry City kom víðari í Evropa var í 2014. Undan tí skulu vit heilt aftur til 2006, tá felagið fór á eitt ævintýr í Evropa við sigrum á IFK Gøteborg og skotska Grenta, áðrenn Paris Saint Germein stóð í vegin. Tá var núverandi venjarin við á liðnum. Ruaidhrí Higgins hevur verið settur í samband við Barnsley, sum spælir triðbestu deildini í Onglandi, men teir hava valt eina aðra loysn.

 

HB spælir móti Derry City í 1. undanumfarinum í UEFA Conference League hóskvøldið klokkan 19.