HB fekk fullan pott móti 07 Vestur

Vit taka stutt samanum teir tríggjar dystirnar millum HB og 07 Vestur í hesum kappingarárinum

HB skoraði tríggjar ferðir tvey mál móti 07 Vestur í hesum kappingarárinum, og tað rakk til tríggjar sigrar av trimum møguligum.

 

HB vann tvær ferðir 2-1 á Dungasandi í Sørvági, og ígjár hildu teir málið reint, og vunnu á heimavølli 3-0 á 07 Vestur á ovara vølli í Gundadali.

 

Samlaða úrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum gjørdist sostatt níggju stig HB, og einki stig til 07 Vestur.

 

Samlaða málúrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum gjørdist 7-2 til HB.'

 

Emil Grønn Pedersen og Jákup Thomsen skutu báðir trý mál móti 07 Vestur hetta kappingarárið.

 

07 Vestur-HB 1-2 (1-0) - 16. mars

 

1-0 Silas Gaard (4.)

 

1-1 Jákup Thomsen (71.)

 

1-2 Jákup Thomsen (84.)

 

07 Vestur-HB 1-2 (0-0) - 22. juni

 

0-1 Emil Grønn Pedersen (48.)

 

0-2 Leivur F. Guttesen (52.)

 

1-2 Tobias Fabian Giusti (75.)

 

HB-07 Vestur 3-0 (0-0) - 17. august

 

1-0 Jákup Thomsen (49.)

 

2-0 Emil Grønn Pedersen (59.)

 

3-0 Emil Grønn Pedersen (90.+)

 

Kelda: FaroeSoccer