HB fekk trý stig á Svangaskarði

HB hevur í dag vunnið tepran 2-1-sigur ímóti B68 á Svangaskarði. Símun Samuelsen legði HB á odda tá ið góðir 20 minuttir vóru leiktir, og henda leiðslan helt sær eisini til hálvleiks.

 

Í seinna hálvleiki leikti javnt á og tað var fyri tað mesta ein dystur um miðjuna. Smáar 20 minuttir fyri leiklok kom B68 tó - væl hjálptir - væl inn aftur í dystin. Eftir eitt innlegg úr høgru var HB-miðverjin, Vagnur M. Mortensen, óheppin og beindi bóltin í egið net. Støðan gjørdist tískil javnleikur 1-1.

 

HB megnaði tó at fáa øll trý stigini við sær aftur til Havnar. Tað var Christian R. Mouritsen, sum níggju minuttir fyri leiklok sendi bóltin í málið til endaliga úrslitið, sum harvið gjørdist 2-1 til HB.

 

HB heldur nú so dánt samband við oddan, meðan B68 hongur fast í botnstríðnum.

 

Sí hagtøl og beinleiðis frásøgn niðanfyri.

 

B68 - HB 1-2 (0-1)

0-1: Símun Samuelsen, 19.

1-1: Vagnur M. Mortensen, 71. (sj.)

1-2: Christian R. Mouritsen, 81.

 

Liðugt: HB vann dystin 2-1.

 

88min.: Gunnar Haraldsen og Fróði Benjaminsen liggja heilt afturi við verjuna hjá HB og hjálpa teimum við at rudda burt, nú B68 roynir at trýsta fyri at fáa útjavnandi málið, men hevur trupult við at finna sær veg ígjøgnum manssterku HB-verjuni.

 

84min.: Liðini hava gjørt hvør sína útskifting. Hjá HB er Gunnar Haraldsen komin inn fyri málskjúttan Christian R. Mouritsen, meðan B68 hevur sett Kristian Anton Andreassen inn fyri Justinus R. Hansen.

 

81min.: MÁÁÁÁÁÁÁL! 2-1 til HB! Gestirnir spældu runt við brotsteigarmarkið hjá B68, og tað endaði við, at Christian R. Mouritsen endaði álopið við at smekka bóltin í mál, soleiðis at HB nú aftur er á odda.

 

75min.: Nú roynir HB at spenna álopsbogan og hevur sent Rógva Poulsen á vøllin. Út fór Rókur av Fløtum Jespersen.

 

71min.: MÁÁÁÁÁÁÁL! B68 hevur javnað til 1-1! Innlegg kom úr høgru síðu, og inni í feltinum var HB-verjuleikarin, Vagnur M. Mortensen, óheppin og beindi bóltin í egið net.

 

65min.: HB hevur skift málskjúttan, Símun Samuelsen, út. Inn er komin Kristin R. Mouritsen.

 

60min.: B68 hevur sent Jan V. Andersen á vøllin í staðin fyri Óla H. Olsen.

 

50min.: Tað gongur havnt á og tað er ein dystur um miðvøllin júst nú.

 

Hálvleikur: Teir eru nú farnir at hvíla seg á Svangaskarði, og HB er á odda 1-0.

 

40min.: Toftamenn hava nú otað seg væl longri fram á vøllin og hava hótt við eitt nú langskoti. Higartil hevur trýstið altso ikki givið úrslit og HB er nær við at sleppa til hálvleiks á odda.

 

30min.: B68 leggur nú meiri fyri í eini roynd at fáa útjavnandi málið, men hóast eitt ávíst trýst, so hevur tað enn ikki eydnast teimum at skapa nakran málgevandi málmøguleika.

 

19min.: MÁÁÁÁÁÁÁL! 1-0 til HB! Hallur Hansson sendi eina langa sending til Símun Samuelsen, sum tamdi bóltin væl, rak nakrar metrar og komin inn í feltið stýrdi bóltinum í mál til 1-0 til gestirnar. HB hevur verið omaná og sambært tí er leiðslan uppiborin.

 

15min.: HB hevur sett seg á spælið, men framvegis er einki vandamikið komið burturúr. B68 hevur havt tvey hornaspørk, meðan HB hevur havt eitt.

 

5min.: Jóhan Dávur Højgaard hjá B68 hevur havt ein stútara beint framvið málinum í einari annars javnari byrjan.

 

Undan dystarbyrjan: Veðrið til fótbólt er frálíkt á Svangskarði. Tað er bæði turt og stilt.

 

Byrjunaruppstillingar

 

B68: Hans Jørgensen - Dánial Pauli Højgaard, Jóhan Dávur Højgaard, Oddur Højgaard, Einar T. Hansen - Óli H. Olsen, Jann Ingi Petersen, Justinus R. Hansen, André Olsen - Ndende Adama Guéye - Christian Høgni Jacobsen

 

HB: Teitur M. Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Vagnur M. Mortensen, Johan T. Davidsen, Alex José dos Santos - Christian R. Mouritsen, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Rókur av Fløtum Jespersen, Símun Samuelsen - Andrew av Fløtum

 

Dómari: Rói Jacobsen