Fótbóltur
Teir dystir sum Skála higartil hevur spælt á heimavølli, hava teir ikki verið serliga álopsinnaðir, og hava mest sum latið hini liðini hava bóltin, fyri síðani at lúra uppá skjót mótálop. Hetta hevur ikki hepnast væl.
Og vitandi um, at HB teir dystirnar teir hava spælt í Vági og á Toftum, hava verið trýstir stóran part av dystinum, royndi Skála seg í dag við ágrýtnum og skjótum spæli.
Góð byrjan hjá Skála
Fyrstu løtuna vóru tað eisini teir sum sótu á dystinum. Við tøttum markeringum, frammi á vøllinum, vunnu teir mest sum hvønn nærdyst fyrstu 20 minuttirnir.
HB fekk onki at hanga saman, og tóktist tað sum um teir vóru bilsnir av ágrýtnu skálamonnunum. Tað sást ikki hesa løtuna, at tað var toppur móti botni í 1 deild.
Og tað mundi givið úrslit longu tá 7 minuttir vóru farnir. Ein langur bóltur verður sendur inn um verjuna hjá HB, har Bogi Gregersen rennur frá HB-arunum, men púra leysur við málmanninum, skjýtur hann omanfyri.
Beint eftir hetta fekk HB í sínari fyrstu atsókn, møguleika at koma á odda. Rógvi Jacobsen slapp at standa leysur, men royndin frá honum fór beint við síðuna av.
Sjálvt um Skálamenn royndu at berjast alt tað teir megnaðu næstu løtuna, komu teir ikki fram til stóru møguleikarnar, og so hvørt dovnaði spælið hjá teimum.
HB fótaði sær
Samstundis var HB við at fóta sær, og spakuliga fingu teir sett nøkur álop í verk, sum samstundis flutti spælið hjá teimum longur oman á hálvuna hjá Skála.
Jóhannis Joensen fekk ein gyltan møguleika at leggja HB á odda eftir eitt hornaspark, men onkursvegna fekk stúta bóltin upp um málið. Tór-Ingar Akselson royndi seg løtu seinni við frísparki, sum streyk beint framvið málinum.
Yvirvágin hjá HB bleiv størri og størri, og møguleikarnir blivu fleiri og fleiri sum fyrri hálvleikur nærkaðist endanum, og Skálamenn vóru sjáldsamir gestir á HB-hálvuni hesa løtuna. Andrew av Fløtum, sum arbeiddi væl allan dystin, royndi seg við einum beinleiðis frísparki, men Eugen Voda í málinum hjá Skála bjargaði meistarliga.
Tá so góður minuttur er eftir av fyrra hálvleiki, kemur hol á. HB hevur horna, sum kemur væl innfyri. Skálamenn fáa bóltin burtur í fyrstu syftu, men bara út til Pætur Dahl, sum fekk møguleikan nú Uni Arge var skaddur. Hann smekkar til, og ímillum allar spælararnar fer bólturin í mál.
Sum seinasta løtan hevði gingið, vóru tað ikki nógv ið væntaðu at Skála fór at koma aftur.
Og so skuldi eisini verða. HB stýrdi seinna hálvleiki, og sjálvt um Skálamenn royndu tað teir vóru mentir, so hevði HB tamarhald á støðuni.
Lítil løta var farin av seinna hálvleiki, tá Rúni Nolsøe fór framvið eini trimum skálamonnum, spældi tvørtum til Rógva Jacobsen sum við einum frálíkum skoti skjeyt beint við síðuna av. Løtu seinni vildu havnarmenn hava brotspark, tá málmaðurin hjá Skála feldi Jón Róa Jacobsen, men tað meinti dómarin ikki.
Avgerðin fellur
Miðskeiðis í seinna hálvleiki, fær HB sítt næsta mál. Rógvi Jacobsen sendir Andrew avstað við einari neyvari avlevering. Andrew dregur einsamallur inn í brotsteigin og skjýtur framvið málmanninum.
Skála fekk møguleikan at minka um munin, tá Alexandur Johansen og Bogi Gregersen við góðum samanspæli, spældu seg ígjøgnum HB-verjuna. Alexandur royndi seg við skoti úti frá, men bólturin brast á stongina.
Løtu seinni spælir Janus Joensen ein góðan bólt inn um Skála-verjuna, og har Rúni Nolsøe heilfluktar, men bólturin fór beint omanfyri málið.
Tá tveir minuttir vóru eftir, slóg HB sigurin fastan. Andrew av Fløtum rann frá Skála-verjuni, inn í brotsteigin og sneiddimálmannin av og skoraði í tóma málið til 3-0.
HB vann sostatt tann væntaða sigurin, sum eisini var uppiborin. Sum Skála spældi fyrsta fjórðingin av dystinum, eigur hetta at geva teimum blóð á tonnina og vón um, at tað ber til at standa seg í bestu deildini. Men ein fótbóltsdystur er sum kunnugt 90 minuttir. Næsta vikuskiftið møta teir TB á Tvøroyri, og tá skal Skála helst hava stig, skulu teir ikki detta burtur ímillum.
Dysturin í tølum:
Skála-HB 0-3(0-1)
0-1: Pætur Dahl, 44
0-2: Andrew av Fløtum, 67
0-3: Andrew av Fløtum, 88
Skála: Eugen Voda - Pauli Poulsen, Bogi Gregersen, Kaysten Rasmussen, Rúni Rasmussen - Marius Joensen, Kári Nielsen, Arnhold Berg, Áki Petersen - Dánial Hansen, Alexander Johansen
HB: Bárður Johannesen - Tór-Ingar Akselsen - Jóhannis Joensen, Jan C. Dam, Hans á Lag - Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen, Janus M. Joensen - Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum, Pætur M. Dahl