HB-formaðurin: Skaðin hendi heima í Gundadali (FM1)

(FM1) Hoyr formannin í HB, Páll Mohr Joensen taka stutt saman dystin á útivølli móti Newtown AFC

##med2##

 

Føroyskur felagsfótbóltur var bert eina tapta brotssparkskapping frá at hava fýra lið í øðrum undanumfarinum í Europa Conference League kappingini. Tíverri tapti HB 3-6 (1-2 - 0-2) aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping móti Newtown AFC á útivølli í Wales, og harvið samlað 6-4.

 

Formaðurin í HB, Páll Mohr Joensen var heimildarmaður hjá FM1 í kvøld. Páll staðfestir, at tað var heima í Gundadali, at skaðin hendi. At tapa 1-2 á útivølli var ikki tað sum feldi HB mest, men heldur, at liðið ikki vann við fleiri málum enn 1-0 í heimadystinum á ovara vølli í Gundadali.

 

Á ljóðfíluni ber til at hoyra Páll Mohr Joensen taka stutt samanum aftaná taptu brotssparkskappingina. 

 

Stutt samanumtøka hjá HB-formanninum, Páll Mohr Joensen

Stutt samanumtøka hjá HB-formanninum, Páll Mohr Joensen