Seinastu ferðirnar hevur tað als ikki hilnast soleiðis, sum tað oftast plagar at gera hjá HB. 3-3 á heimavølli ímóti B68 síðsta leygarkvøld var so mikið stórt vónbrot, at liðformaðurin Teitur Matras Gestsson eftir dystarlok skýrdi tað at vera eina katastrofu.
Hetta var fjórða ferðin á rað, at HB fór av vøllinum uttan at vinna, og nú skal leitast aftur til 27. august fyri at finna síðsta HB sigurin. Hann var á Argjum, tá ið HB 27. august vann 4-2.
Í dag er 4. oktober, og í dag eru tað 119 ár síðani, at Havnar Bóltfelag varð stovnað. HB bjóðar í tí sambandi HB fjepparum ókeypis pylsur í HB húsinum millum klokkan 17 og 17.30.
Tað er greitt, at nógv vágafólk fara at vera í Gundadali í kvøld. Seinastu ferðirnar hevur tað verið langt millum áskoðararnar í HB skýlinum, og HB fjepparar vóna, at tað í kvøld fer at vera øðrvísi, nú talan verður um lagnuløtu á sjálvum 119 ára stovningardegnum.
HB hevur vunnið kappingina um løgmanssteypið 28 ferðir. Tað er stórur heiður, og soleiðis er tað framvegis. Men nú snýr tað seg eisini um at tryggja sær pláss í europeiskari kapping næsta summar.
Í landskappingini er HB í løtuni á fjórða plássi. Tað plássið ber bara luttøku í Europa við sær, um tað verður HB, sum fer at vinna steypakappingina og ikki 07 Vestur ella B68 og EB/Streymur, sum um eina viku fara at hittast í hinari hálvfinaluni.
HB – EB/Streymur: Rúni Gaardbo kl. 18.00.