Í kvøld klokkan 18 verður grannauppgerð í Betrideildini millum nummar tvey í Betrideildini, HB og nummar trý, B36 á ovara vølli í Gundadali.
HB hevur higartil í ár vunnið 2-0 á B36 í landskappingini, og 1-0 á B36 í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. B36 hevur ikki vunnið á HB í landskappingini síðani 2019.
Hetta tykist at merkja oddsini hjá teimum 12 altjóða veddingarfyritøkunum, ið lata odds upp á dystin, tí HB hevur eina rættiliga greiða favorittstøðu.
Oddsini upp á heimasigur til HB liggja millum 1,47 og 1,56.
Oddsini upp á útisigur til B36 liggja millum 4,60 og 5,25.
Her eru oddsini:
##med2##