HB hevur í kvøld vunnið fyrru hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið á heimavølli ímóti VB/Sumba 3-1.
Eftir 1. hálvleik var 1-0 til VB/Sumba. Birgir Jørgensen skoraði málið í 31. minutti.
Jákup á Borg misnýtti brotsspark fyri HB, eftir at VB/Sumba var komið á odda.
Eftir steðgin javnaði Milan Kuljic við beinleiðis frísparki til 1-1 í 65. minutti. Tveir minuttir seinni varð Jákup Olsen hjá VB/Sumba rikin av vøllinum.
Christian Høgni Jacobsen legði HB framum í 68. minutti, og í 74. minutti staðfesti innskifti miðvallarin Ólavur í Ólavstovu heimasigurin, sum gjørdist 3-1.
Seinna hálvfinalan millum HB og VB/Sumba verður á Vágseiði mikudagin 11. juli
Finalan verður mikudagin 15. august.
Nú klokkan 19 fara Skála og EB/Streymur at spæla fyrru hálvfinaluna á Skála.