Tríggir dystir í bestu fótbóltsdeildini eru á skránni seinnapartin í dag. Ein teirra er í Gundadali, har FC Suðuroy fer at vitja HB. Tá ið suðuroyingarnir í fyrsta umfari vóru í Gundadali, vakti tað stóran ans, at tað ikki eydnaðist HB at megna meiri enn 4-4.
Síðani er nógv broytt. FC Suðuroy er næstaftast, og seinnapartin hevur HB møguleika at taka oddasessin frá NSÍ. HB er tvey stig aftanfyri NSÍ, sum ikki spælir í dag. NSÍ er tvey stig frammanfyri HB, og harvið ber tað HB til við sigri á FC Suðuroy at lyfta seg fram á oddasessin ? í hvussu so er inntil í annaðkvøld, tá ið NSÍ fær vitjan av ÍF.
Vánaliga gongdin hevur borið við sær, at B36 tykist vera dottið burtur úr kappingini um heiðurskrónurnar. Í dag vitjar árstalsfelagið í Streymnesi, har steypavinnararnir bíða. EB/Streymur er á heiðursmerkjaplássi. Í fyrsta umfari vann B36 2-1 í Streymnesi, og í 10. umfari endaði tað 1-1, tá ið liðini hittust í Gundadali.
Á Toftum hittast B68, sum er á sjeynda plássi, og B71, sum er á áttanda plássi. Í fyrsta umfari vann B68 5-0 á B71 á Svangaskarði, og í 10. umfari vann B71 1-0 á B68 á Sandi.
HB-FC Suðuroy: Eiler Rasmussen kl. 15.00
EB/Streymur-B36: Páll Augustinussen kl. 15.00
B68-B71: Lars Múller kl. 15.00
Støðan
NSÍ 40
HB 38
EB/Streymur 34
Víkingur 34
ÍF 34
B36 27
B68 23
B71 17
FC Suðuroy 14
AB 11
Mánadagin
NSÍ-ÍF: Petur Reinert
Týsdagin
Víkingur-AB: Eiler Rasmussen