Tað var ikki lætt at síggja, at tað var eitt lið úr 2. deild og eitt yrkislið úr 1. deild, ið hittust á vøllinum í Miðvági í góðveðrinum sunnudagin. Treyðugt so, tað vóru havnarmenninir, ið høvdu bóltin mest, men teir stóru málmøguleikarnir vóru ikki fyrr enn móti endanum.
Ljótt spæl
Fyrri hálvleikur man verða ein tann ljótasti, ið er sæddur leingi. Serliga vóru tað vágamenninir, ið fóru óvanliga illa við onkrum av HB-arunum.
Tíverri megnaði dómarin, Lassin Isaksen, ikki uppgávuna serliga væl, so harðliga spælið versnaði bert, sum fyrri hálvleikur leið.
At Lassin ikki gav kort, tá ið Magnus Simonsen hjá FSV sendi Hans Fróða Hansen út í lýsingarskeltið, var ov galið, og at Lassin ikki gav sama leikara hjá FSV reyða kortið, eftir eitt sjúkligt karatespark á Jan Dam, var púrasta burturvið. Tað skal tó eisini viðmerkjast, at HB-arnir fingu nøkur rættiliga bílig fríspørk í fyrra hálvleiki. Til endans komu tey reyðu kortini, ið allatíðina vóru væntandi. John Johannesen hjá FSV sparkaði í 37 min. Allan Mørkøre í hevnisøku, og hetta fekk øði í Andrew av Fløtum hjá HB, so úrslitið var, at John og Andrew báðir fingu reyða kortið.
Nøkur góð mál
Summi av málunum vesturi í Vágum vóru rættiliga góð. Málið hjá øðrum miðvinginum hjá HB, Johannes Joensen, mundi verða tað besta. Eitt innlegg kom úr vinstru, og úr 15 metra fjarstøðu skeyt Johannes fyrstu ferð, og bólturin brast í tvørstongina, áðrenn hann fór í málið.
Eisini málið hjá runavíkinginum Súna Fríða Johannesen var gott. Hann skeyt frá brotssparkskantinum bóltin í aðra stongina og í mál. Annars fekk Súni Fríði ikki nógv at arbeiða við frá sínum nýggju liðfeløgum.
HB spældi ikki
sum FM-favorittar
Tað eru nógv, sum longu nú hava útnevnt HB til FM-favorittar 1998, men tað var trupult at síggja sunnudagin, at liðið í reyðum og svørtum møguliga skal enda á ovastu rók, tá ið landskappingin 1998 endar. Teir hava ikki vant seg til nýggja spæliháttin, sum rumenski venjarin vil hava teir at spæla, og haraftrat er verjan ikki nóg væl samanspæld.
Hinvegin kann sigast um vágamenninar, at tað sær ikki so galið út hjá teimum. Kanska tørvar teimum fólk til álopið, men tilfarið er helst gott nokk til eina uppflyting. Tað er ein styrkur hjá vágamonnum, at teir hava so royndar kreftir sum Eyðfinn Davidsen og Ari Thomassen á liðnum.
KÍ trý stig
í jøvnum dysti
Tað var ein javnur dystur í Klaksvík sunnudagin, tá ið KÍ og NSÍ hittust. Úr Klaksvík frætta vit, at spælið gekk javnt allan dystin, og at tað vóru fáir málmøguleikar.
KÍ legði seg á odda tíðliga í fyrra hálvleiki, tá ið Heðin á Lakjuni bleiv leysur í vinstru og spældi flatt inn til Olgar Danielsen, ið hevði lætt við at seta bóltin í netið hjá runavíkingum. Men stokkut var gleðin, tí longu minuttin eftir spældi Jónstein Petersen bóltin til ein púra leysan Eddie Mikkelsen í vinstru síðu av málteiginum, og Eddie hevði lætt við at senda bóltin fram við KÍ-málverjanum og javna til 1-1. Stutt áðrenn bæði málini hevði NSÍ havt ein stóran málmøguleika, tá ið ein leysur Arnfinn Langgaard stútaði bóltin upp um málið eftir horna. Men sum heild mundi javnleikur verða rætta úrslitið, tá ið farið varð til hálvleiks.
Útskifting gjørdi mun
Fyrra hálva av seinna hálvleiki var ógvuliga friðarlig. Ikki vóru nógvir málmøguleikar, og spælið gekk framvegis javnt. Men tá ið einir 20 minuttir vóru eftir at leika, skifti KÍ venjarin Jóannes Jakobsen bæði Rógva Jacobsen og Zoran Manic inn, og hetta vísti seg at seta meira lív í spælið hjá klaksvíkingum. Avgerandi málið kom, tá ið umleið 10 minuttir vóru eftir av dystinum. KÍ fekk eitt horna, og tá ið bólturin kom inn fyri, var Kurt Mørkøre hægstur og sendi við høvdinum bóltin í málið hjá runavíkingum til endaligu støðuna 2-1! NSÍ sendi síðstu løtuna nógv fólk fram, og tað var nær við, at teir javnaðu. Ein leikari slapp at renna leysur av miðjuni, men tá ið hann nærkaðist málteiginum hjá KÍ, var Kurt Mørkøre komin aftur og fekk takklað.
Mangla dystarvenjing
Eins og í dystinum vesturi í Vágum var tað týðiligt, at leikararnir mangla dystarvenjing. Tann nógvi kavin herfyri órógvaði nógvar ætlaðar venjingardystir, og tað er tí einki dulsmál, at flestu venjararnir høvdu ynskt sær fleiri venjingardystir. Vantandi dystarvenjing førir eisini við sær, at spælarar ofta eru ov seinir við taklingum og líknandi. Soleiðis var eisini í Klaksvík, og nýggi póllendingurin hjá KÍ, Marek, fekk eisini reyða kortið eftir at hava sæð ostaflísuna hjá Jóan Carl Dam tvær reisur.