HB keypir norskan álopsspælara

Hann er 190 cm høgur og fyllir flaggdagin 35 ár

Eitt stórt samdøgur undan fyrsta landskappingardystinum boðar HB frá, at feagið hevur skrivað sáttmála við nýggjan álopsspælara.

 

Talan er um Jonas Enkerud, sum er ættaður úr Åsnes í Norra.

 

Jonas Enkerud er føddur 25. apríl í 1990 og er 190 cm høgur.

 

Síðani á nýggjárinum hevur hann ikki spælt í nøkrum felag.

 

Síðsta felagið hjá honum var IF Gnistan í Finnlandi. Hann skifti 31. januar í 2024 frá norska felagnum HamKam og til finska felagið.

 

Sambært transfermarkt hevur Jonas Enkerud spælt 48 dystir í bestu norsku deildini og 151 dystir í næstbestu deildini.

 

Fyrsti dysturin hjá HB í nýggja kappingarárinum verður í annaðkvøld, tá ið HB klokkan 18.30 fær vitjan av B68.