Tað var lítið annað enn heiðurin, sum FC Suðuroy hevði at spæla fyri í heimadystinum ímóti HB sunnudagin. Tað sást, og tað sást sanniliga eisini á HB, at teir høvdu nógv at spæla fyri. Teir løgdu nevniliga nógv fyri frá byrjan í eini roynd at fáa øll trý stigini, sum skuldi styrkja støðu teirra í stríðnum um bronsuheiðursmerkini, sum samstundis geva pláss til evropeiskan hondbólt komandi kappingarár.
HB byrjaði væl
HB legði bragdliga fyri í góðveðrinum í Vági sunnudagin, har teir frá fyrstu løtu royndu at leggja trýst á heimaliðið. Longu í fyrsta minutti var Rókur av Fløtum Jespersen tætt við, men skotið fór beint við síðuna av.
Eftir góðar 20 minuttir gav HB-trýstið úrslit og teir reyðu og svørtu løgdu seg á odda 1-0. Tað var eftir eitt mál, har Símun Samuelsen var sloppin ígjøgnum í vinstru síðu og legði innfyri málið. Har var Christian R. Mouritsen klárur og smekkaði bóltin í netið.
Síðani ganga bara tríggir minuttir, og so hevur HB økt um munin til 2-0. Tað var Fróði Benjaminsen, sum vann bóltin á miðjum vølli, og eftir gott einmansavrik sendir hann leðurkúluna avstað og endar hon eisini í málinum.
FC Suðuroy formáddi sær ikki nógv fram eftir vøllinum í fyrra hálvleiki, og gjørdist hálvleiksstøðan eisini 2-0 til HB.
HB gavst ikki
Í seinna hálvleiki helt HB fram við at mynda dystin. Teir dugdu væl at halda upp á bóltin, men FC Suðuroy stóð tó væl í verjupartinum.
10 minuttir fyri leiklok noyddist málmaðurin hjá FC Suðuroy, Stanislav Kuzma, av vøllinum eftir samanbrest við Stanislav Kuzma, og gav hetta møguleikan til 17 ára gamla málverjan, Kára Jacobsen.
Seinastu fimm minuttirnar av dystinum fekk HB tvey mál, sum staðfestu sigurin. Fyrst var tað Gunnar Haraldsen, sum skeyt sítt fyrsta mál fyri besta liðið hjá HB. Hetta kom eftir ein returbólt, sum hann stútaði í málið. Ein minutt fyri leiklok økti Alex José dos Santos til 4-0, tá ið hann við einum dundurskoti staðfesti trygga og uppiborna HB-sigurin, sum lyftir teir upp á fjórða pláss, bara eitt stig frá bronsuni og atongumerki til evropeiskan fótbólt.
Hjá FC Suðuroy hevði ósigurin lítið at siga. Teir hava nevniliga ongan møguleika at lívbjarga sær í Effodeildini og skulu spæla í næstbestu deildini komandi ár.