HB leigar málverja í B36

Klokkan átta í morgun fór HB umvegis Amsterdam suður til albanska høvuðsstaðin Tirana

mynd: HB

Hevði tað verið, sum tað upprunaliga varð ætlað at vera, so hevði undankapping í europeisku meistarakappingini verið í høvuðsstaðnum næstu dagarnar. Soleiðis verður tað ikki. UEFA avgjørdi fyri stórum tveimum vikum síðani av, at HB skuldi fara suður til Albania at spæla um víðari luttøku í europeisku meistarakappingini, og klokkan átta í morgun fór HB ferðalagið úr Vágum.

 

Tey eru 33 í ferðalagnum. Flogið varð úr Vágum og til Amsterdam, og síðani varð kósin sett til Albania, har HB ferðalagið lendi í høvuðsstaðnum Tirana seinnapartin.

 

Millum spælararnar er Hanus Sørensen, sum HB hevur leigað úr Middelfart. Í ferðalagnum er eisini ein nýggjur eykamálverji, sum HB hevur leigað frá grannunum í B36. Talan er um Róa Mørk Hentze. 21 ára gamli Rói Mørk Hentze hevur bara umboðað B36, har hann í ár hevur spælt seks dystir á næstbesta liðnum. Hann hevur spælt 33 dystir í landskappingini í bestu deildini – í fjør var hann fastur maður á besta liðnum – og hann hevur spælt átta ferðir í europeisku kappingunum. Allir dystirnir eru í Europa League, har hann í fjør vardi B36 málið í trimum dystum og í 2018, tá ið hann vardi B36 málið í fimm dystum.

 

Nær HB ferðalagið verður aftur í Føroyum valdast um, hvussu tað fer at roynast týskvøldið. Tá skal HB spæla ímóti Inter Club d'Escaldes úr Andorra. Vinnarin av tí dystinum skal fríggjakvøldið spæla finalu ímóti vinnaranum av dystinum millum Folgore úr San Marino og Prishtina úr Kosovo.

 

mynd: HB