HB hevur leigað Hanus Sørensen úr Middelfart til komandi dystirnar í Champions League. Hanus Sørensen er uppvaksin í HB, men hevur seinnu árini verið partur av ungdómsrekkjunum hjá FC Midtjylland til hann í vetur skifti til Middelfart.
Høgri bakkurin byrjaði inni á U21-landsliðnum, sum vann á Armenia á Svangaskarði í farnu viku. Hann er leigaður í ein mánað, so hann kann verða ein partur av hópinum hjá HB, sum skal til Champions League kapping í Albania.
Hanus Sørensen kemur upprunaliga úr HB og var millum annað partur av kenda U17-landsliðnum, sum vann seg til EM-endaspælið í Kroatia í 2017. HB hevur brúkt René Shaki Joensen á høgra bakki, men um vikuskiftið breyt Dan í Soylu eitt bein í fótinum og verður helst ikki við. Tí er hugsandi, at René Shaki Joensen skal inn aftur á miðjuna at spæla.
HB vann í gjár 6-0 á TB. HB fer avstað sunnudagin og skal spæla móti Inter d’Escaldes úr Andorra týskvøldið.