In.fo hevur í eina tíð sett Heðin Hansen í samband við HB, og í kvøld er alt komið upp á pláss, soleiðis at 23 ára gamli miðvallarin skiftir frá føroyameistarunum úr Víkingi til høvuðsstaðarfelagið.
Talan er um ein leigusáttmála, ið er galdandi fyri restina av hesum kappingarárinum. Ein av høvuðsorsøkunum til skiftið er, at Heðin er fluttur til Havnar at búgva.
Nýggi HB-venjarin, Sigfríður S. Clementsen, kennir væl Heðin frá tíðini í Víkingi. Heðin hevði annars sáttmála við Víking fyri kappingarárið 2017, men eru HB og Víkingur nú vorðin samd um eina loysn.
Heðin var í fjør við til at vinna FM við Víkingi, men spældi ikki altíð frá byrjan. Hann tók lut í 23 av 27 dystum í landskappingini, men í 16 av teimum bleiv hann skiftur út ella inn í dystinum.