HB leitar eftir málinum

Ímóti illa mannaða botnliðnum eiga vánir vera fyri at fáa glið aftur á málskjótingina

Eftir framúr avrik í langa tíð hevur tað seinastu vikurnar vent heilt øðrvísi hjá HB. Eftir 1-0 tap í steypafinaluni ímóti Víkingi var úrslitið sunnudagin 1-0 tap í Klaksvík. HB var leingi leikliga omaná, og HB hevði eina røð av møguleikum at skora mál, men tað eydnaðist ikki. Tað kemur ikki ofta fyri, at HB ikki skorar mál í meiri enn tríggjar og ein hálvan tíma. Soleiðis er støðan nú. Síðsta málið var, tá ið Fróði Benjaminsen staðfesti 3-0 sigurin á B68. Tað var í 54. minutti.

Hóast málturkin tvær tær seinastu ferðirnar, so er frástøðan til grannarnar á toppinum framvegis tann sama, sum hon var undan síðstu ferðini út á bygd í ár. Í síðstu fimm umførunum skal HB spæla fýra ferðir í Gundadali og eina ferð á Argjum.

Fyrsta royndin á heimavølli verður ímóti Skála, sum er um reppið at missa plássið í bestu deildini.

Alex José dos Santos er tøkur aftur eftir leikbannið síðsta sunnudag, og Poul Ingason er leikbannaður eftir reyða kortið í 1. deildardystinum á Argjum í gjár. Tríggir týdningarmiklir spælarar eru framvegis langtíðarskaddir – Gunnar Haraldsen, Christian R. Mouritsen og Símun Samuelsen.

 

Á Skála stendur ikki væl til við fólki. Sammett við hjá HB er lítið at taka av, og tí rakar tað meint, tá ið fleiri lyklaspælarar ikki eru tøkir. Liðformaðurin, Teitur R. Joensen, er burturstaddur. Jákup Jacobsen, Høgni Midjord og Pætur Dam Jacobsen eru skaddir, og Edvin Jacobsen og Jákup Johansen eru leikbannaðir í dag.

Herfyri fór russiski málverjin Mark Ryutin av aftur landinum. Suni Erntsson er aftur millum stólparnar, og hóast tað ikki stendur so væl til við fólki, so heldur hann, at tað kann bera til ímóti HB:

-Hóast vit taptu 3-1 í Streymnesi síðsta sunnudag, so var leikliga avrikið gott, og vit vístu góðan hugburð. Liðið hevur áður vísti seg at vinna nógv stig í trongdari støðu, og vit geva ikki skarvin yvir, sigur Suni Ernstsson.

16. mai vann HB 2-0 á heimavølli ímóti Skála, og 10. august fór HB av Skála við 1-0 sigri.