Tá HB í fjør vann fyrst steypakappingina og síðani landskappingina, var ein av orsøkunum søgd at vera, at teir høvdu so nógv og gott fólk.
Men gongdin hesar síðstu dagarnar hevur víst, at tað kann ganga skjótt í fótbólti, soleiðis at tað ikki er nóg mikið at hava teir til at taka, sum hava verið meiri ella minni vónbrotnir, tí teir hava verið noyddir at sita á beinkinum og hava havt lítlar vónir um at sleppa inn at spæla.
Tá HB leygardagin spældi í Gundadali móti B71 var ætlanin, at Andrew av Fløtum og Magni á Lakjuni skuldu manna álopið.
Triðji maðurin, sum plagar at vera upp á tal til fremstu plássini, eitur Súni Fríði Johannesen. Hann var toppskjútti hjá HB í fjør, men tað var ikki hugsningur um, at hann kundi spæla leygardagin, tí hann lá sjúkur heima við hús.
Undir upphitingini leygardagin varð staðfest, at tað fór ikki at bera til hjá Magna á Lakjuni at spæla. Hesar síðstu vikurnar hevur hann viðhvørt verið plágaður av skaða í lærkrikanum, og leygardagin var aftur galið, og so kundi hann ikki spæla.
John Heri Dam skuldi sita á beinkinum, men tá tað vísti seg, at Magni á Lakjuni varð skaddur, gav venjaranum Damminum boð um at hita upp. Men dysturin var bara tíggju minuttir gamal, tá John Heri Dam koykti fótin so mikið illa, at hann noyddist at gevast, og so valdi HB venjarin at seta ein miðvallara inn og at seta Allan Mørkøre fram í álopið við síðuna av Andrewi av Fløtum.
HB skal til Gøtu at spæla skírisdag, og tað er greitt, at eingin av teimum trimum skaddu álopsmonnunum verður tøkur.
Uni venur við
Tað hevur ljóðað, at HB hevur ætlað at fingið hjálp frá Una Arge hesa næstu vikuna, men tá vit vóru í sambandi við HB í gjár var einki avgjørt hesum viðvíkjandi.
? Vit hava hoyrt hasa søguna fyrr í ár, men eg kann bara staðfesta, at enn hava vit einki gjørt við at fáa spæliloyvi hjá Una til okkara, sigur Gunnar Mohr.
Uni Arge hevur annars vant við HB síðani á nýggjárinum. Spæliloyvið hjá honum er í Aarhus Fremad, men tað er ætlanin, at hann skal yvir aftur til Íslands at spæla við Leiftri. Uni hevur ikki skrivað undir sáttmála við Leiftur, men tað liggur í kortunum, at hann skal yvir aftur.
Kunnu altíð manna lið
Tað kemur sjálvsagt illa við hjá HB, tá tað mesta av álopinum fellur frá, men teir hava nógv fólk, og hetta merkir ikki, at teir ikki fara at megna at manna lið hósdagin.
? Nú veit eg ikki, hvat tað fer at enda við. Heldur venjarin, at tað er neyðugt at vit fáa hjálp frá Una Arge, so fara vit at royna at loysa tann spurningin, men annars fara vit at brúka tað fólkið, sum vit hava, sigur Gunnar Mohr og vísir á, at Bárður Mortansson er ein ungur álopsmaður, sum er við í hópinum, og at tað eisini ber til at hjálpast við onkrum miðvallara í álopinum.