HB nærkast landsliðsáleypara

Nógv bendir á, at Arnbjørn Hansen og HB eru í samráðingum

Fyri tveimum árum síðani var nær við, at Arnbjørn Hansen skifti frá EB/Streymi til HB. Tá fekk EB/Streymur tey fíggjarligu viðurskiftini upp á pláss, og gjørdi tvey ára sáttmálar við bæði Arnbjørn Hansen og Hans Paula Samuelsen, sum báðir vóru í samband við onnur feløg.

 

Les eisini: B36 vil hava Hans Paula og Arnbjørn

 

Nú tvey ár seinni er EB/Streymur í ítróttarligari afturgongd. Í ár hevur felagið ikki spælt í Evropa og sjálvfylgjandi steypafinalan er heldur ikki á skránni longur. Sum skilst á keldum í EB/Streymi, so er fíggjarliga støðan eisini har eftir, hóast felagið sum eitt av fýra fekk 231.000 krónur frá UEFA fyri kortum.

 

Les eisini: Kristin R. Mouritsen gevst í HB

 

Tað er framvegis ikki greitt um EB/Streymur kemur í Europa League komandi kappingarár, men tað kann gera mun. Í summar valdi felagið eisini at lata Pól Jóhannus Justinussen fara aftur til NSÍ, meðan ongin er komin í staðin fyri Høgna Madsen, sum er fluttur niður.

 

HB nærri Arnbjørn enn nakrantíð

 

Keldir hjá in.fo siga, at HB er nú er nærri við enn nakrantíð at fáa Arnbjørn Hansen. HB hevur í longri tíð leitað eftir einum málrevi, sum kann skjóta avgerandi málini. HB hevur longu Andrew av Fløtum, Jóan Símun Edmndsson og Poul Ingason í hópinum.

 

Les eisini: Hallur Hansson takkaði nei til danskan fótbólt

 

Mett verður tó, at Andrew ikki er rætti maðurin at loysa uppgávuna, tí hann hevur størri styrkir eitt vet longur afturi á vøllinum. Jóan Símun hevur heldur ikki nógv mál í skógvunum, umfarmt at danskir miðlar hava sagt, at hann er á veg til Hobro, sum tekur øll á bóli í donsku Superliguni við góðum úrslitum.

 

Poul Ingason er framvegis bara 18 ára gamal og skal venja seg við spælistílin hjá HB, sum er meiri tekniskur enn tað Poul Ingason hevur verið vanur við.

 

- Eg havi ikki skriva undir nakran sáttmála. Eg havi sáttmála við EB/Streym árið út, sigur Arnbjørn Hansen í stuttari viðmekring til in.fo.

 

Tað hevur eisini ljóðað, at B36 og Víkingur eru tvey feløg, sum hava víst landsliðsáleyparanum áhuga, umframt at EB/Streymur sjálvandi ynskir at halda fast í framherjanum, sum alla sína yrkisleið hevur spælt við EB/Streymi.

 

Tað eru fimm umfør eftir av landskappingini.