Onkur vinardystur var á skránni í fótbólti í gjárkvøldið, og m.a. møttust tey bæði havnarliðini HB og B36 í Gundadali. Her eydnaðist føroyameistarunum úr HB at vinna dystin 1-0 við málið, sum Kári Nielsen skoraði.
Eisini liðið, sum endaði á øðrum plássi í landskappingini í fjør, EB/Streymur, var í dysti í gjárkvøldið. Teir tóku ímóti NSÍ í Streymnesi, og hesin dysturin gjørdist sera málríkur. Longu í fyrra hálvleiki megnaði EB/Streymur so gott sum at avgera dystin. Ronnie Samuelsen legði teir á odda 1-0, og lítla løtu seinni var Hanus Eliasen uppá spæl og økti til 2-0. Ronnie Samuelsen var aftur á blettinum løtu seinni, tá hann økti til 3-0, og beint fyri steðgin eydnaðist Arnbjørn Hansen at leggja EB/Streym á odda 4-0, sum eisini var hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki slapp NSÍ at pynta um úrslitið, tá Øssur Dalbúð minkaði um munin til 4-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Skála og GÍ spældu á Skála, og har vann Skála dystin 1-0.