Við at vinna sannførandi á AB úti á Argjum um vikuskiftið, hevur HB nú sett beina leið móti endaspælinum í bólki A.
Endaliga støðan gjørdist heili 10-0 í góðveðrinum úti á Argjum, og sostatt kann staðfestast, at HB kvinnurnar verða ringar at syfta í ár.
Eyðfríð Christiansen og Annika Godtfred skutu trý mál í part fyri HB, meðan Eydna Skaale, Gunn Müller, Birna Thomassen og Vivian Thorleifsson allar fingu hvør sítt mál. Soleiðis kundu HB kvinnurnar hála enn ein stórsigur í land, men spennandi verður at síggja, hvussu tær í endaspælinum fara at roynast móti eitt nú KÍ og B36, sum allarhelst vera harðastu kappingarneytarnir hjá HB um meistaraheitið í ár.
Á Skála var botnuppgerð í bólki A, har Skála tók ímóti Sumba. Dysturin var sera javnur, og endaliga úrsliti var, at Skála vann dystin 3-2. Málini hjá Sumba gjørdu fyrst Sunneva Kjærbo uppá brotsspark, og síðani Liljan Kjærbo. Okkum hevur tíverri ikki eydnast at fingið fatur á, hvør skeyt málini hjá Skála, men vónandi verður tað viðmerkt, næstu ferð kvinnufótbólturin verður umtalaður í blaðnum.
Triði dysturin í bólki A var millum VB og GÍ suðuri í Vági, og hann endaði nakað óvæntað við, at VB vann heili 7-0. Hetta var ein sera týðandi sigur fyri VB, sum nú liggur heilt væl fyri at koma í endaspælið, bert trý stig aftanfyri oddaliðið HB. Laila Jespersen var stóri leikarin hjá VB, og hon skeyt ikki minni enn fýra mál. Síðani skutu Anja Joensen, Guðrið Mortensen og Halltóra Joensen eitt mál í part, og slógu harvið sigurin so dyggiliga fastan hjá VB.
Sum sagt er HB á odda í bólki A við 12 stigum, meðan VB er trý stig aftanfyri. Saman við hesum báðum liðum er GÍ, hóast stórtapið leygardagin, favorittur at koma víðari til endaspælið. Um tað tó skuldi borið so á, at tað ikki vera hesi trý liðini sum vera at síggja í endaspælinum, má antin AB, Sumba ella Skála standa fyri eini reinari sensatión.
KÍ kvinnurnar flúgvandi
Toppdystur var í bólki B um vikuskiftið, har B36 var í Klaksvík og vitjaði. Lagt var sjálvsagt upp til ein sera javnan og tættan dyst, men soleiðis skuldi tað ikki vera.
Heimaliðið var nógv betri, og tá avtornaði var støðan ikki minni enn 9-1 til KÍ. Hóast hetta kom B36 á odda 1-0 í fyrra hálvleiki, og var tað Herfríð Hammer sum skoraði málið hjá gestunum. Síðani tók KÍ veruliga dik á seg, og málini skolaðu inn.
Malena Josephsen setti hol á, og síðani gjørdu Mariann Joensen og Elsa Maria Simonsen tvey mál í part, meðan Viviann Bjartalíð og Margit Joensen fingu hvør sítt. Eitt sjálvmál fekk KÍ eisini, áðrenn Malena Josephsen fekk sítt seinna mál, og harvið legði lok á 9-1 sigurin hjá klaksvíkskvinnunum. Men harafturat skal eisini nevnast, at B36 spældu uttan fleiri av lyklaleikarum teirra, og var hetta kanska eisini atvoldin til avrik teirra í Klaksvík.
Hin dysturin í bólki B var ímillum NSÍ og B71, og var hesin dysturin leiktur í Runavík. Dysturin hevði alstóran týdning fyri, hvat lið kemur í endaspælið saman við B36 og KÍ.
Úrslitið gjørdist tað sama sum hinumegin fjørðin, har Skála og Sumba leiktu, nevniliga 3-2, og aftur hesaferð vóru tað eysturoyingarnir sum fóru avstað við teimum kærkomnu trimum stigunum.
Maibritt Olsen fekk fyrsta málið hjá NSÍ, og hini bæði skutu Anna Malena Højgaard og Sóleyð Einarson. Hjá B71 var tað, sum ikki einaferð, Elin Højsted sum kom á máltalvuna, og hesaferð stóð hon fyri báðum málunum hjá B71. Trý týdningarmikil stig til NSÍ, sum tók seg eitt vet nærri endaspælinum.
EB/Streymur hevði fríð hetta vikuskiftið, men næsta vikuskiftið hava tær eina stóra uppgávu, tá tær taka ímóti oddaliðnum í bólki B, KÍ.
Bólkur A
HB-AB 10-0
HB: Eyðfríð Christiansen 3, Annika Godtfred 3, Eydna Skaale 1, Viviann Thorleifsson 1, Birna Thomassen 1, Gunn Muller 1.
VB-GÍ 7-0
VB: Laila Jespersen 4, Halltóra Joensen 1, Guðrið Mortensen 1, Anja Joensen 1.
Skála-Sumba 3-2
Skála: ? (verður viðmerkt seinni)
Sumba: Sunneva Kjærbo 1, Liljan Kjærbo 1.
Bólkur B
KÍ-B36 9-1
KÍ: Malena Josephsen 2, Mariann Joensen 2, Elsa Maria Simonsen 2, Viviann Bjartalíð 1, Margit Joensen 1, sjálvmál 1.
B36: Herfríð Hammer 1.
NSÍ-B71 3-2
NSÍ: Maibritt Olsen 1, Anna Malena Højgaard 1, Sóleyð Einarson 1.
B71: Elin Højsted 2.