HB og NSÍ best umboðað

Fýra steypafinalur verða á Tórsvølli í dag og í morgin. HB og NSÍ eru umboðað í trimum av teimum.

Fýra steypafinalur vera á Tórsvølli í dag og í morgin og HB og NSÍ eru feløgini, sum er best umboðað.

 

Finaluvikuskiftið byrjar í kvøld klokkan 19, tá U18-liðini hjá HB og NSÍ møtast. Hetta verður uttan iva ein harður dystur millum hesi bæði liðini, sum eisini liggja á odda í landskappingini.

 

Í morgin klokkan 13 eru tað aftur HB og NSÍ, sum spæla, hesaferð eru tað dreingur u14, sum spæla um Cadburysteypið. HB vann 3-2 á Víkingi á semifinaluni, meðan NSÍ bukaði EB/Streymur 7-1.

 

Seinnapartin í morgin spæla dreingir U16 hjá HB og KÍ. Tann finalan byrjar klokkan 16. HB vann semifinaluna heili 10-1 móti Víkingi, meðan KÍ vann 2-0 móti NSÍ.

 

Í annaðkvøld verður so finalan í løgmanssteypinum millum B36 og NSÍ. Liðini liggja í løtuni nummar 4 og 3 í Effo-deildini.