HB, Víkingur og NSÍ skulu øll spæla seinna dystin í fyrsta umfari í Europa League í kvøld. HB spældi javnleik 1-1 á útivølli móti FC Levadia Tallinn úr Estlandi. Tí er HB omaná í uppgerðini, tá dómarin bríkslar dystin í gongd í kvøld.
Les eisini: HB vunnið fyrsta stigi í Evropa í ár
- Vit fóru niður einum endamálið. Tað var halda lív í uppgerðini til dystin í Føroyum. Tað kláraðu vit. Nú fara vit at gera alt vit kunnu, fyri at koma víðari, sigur Jan C. Dam, venari hjá HB.
Parkera ikki bussin
Mótstøðuliðið liggur í løtuni á fyrsta plássið í landskappingini í Estlandi. Venjarin hjá HB er greiður yvir, at talan er um eitt sterkt lið, men noktar at parkera HB-bussin í brotsteiginum hóskvøldið.
Les eisini: (Kykmyndir) FC Levadia Tallinn - HB 1-1
- Teir eru sterkir og hava fleiri góðar útlendskar spælarar, men tað sigur mær eisini at vit eru góðir í løtuni, sigur Jan Dam, og leggur afturat:
- Vit fara ikki at grava okkum niður og møguliga tapa uttan at hava roynt at spælt. Við virðing fyri mótstøðuliðnum, so ætla vit at spæla á sama hátt sum í Estlandi, men tá vit fáa bóltin, so skulu vit vilja hava hann og ikki tveita hann burtur sigur Jan Dam.
HB hevur Øssur Dalbúð tøkan aftur, men helst verður talan um sama lið frá byrjan, sum byrjaði í Estlandi.
Vit gita liðið:
HB: (4-2-3-1) Teitur Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Davidsen, Fróði Benjaminsen, Ári M. Jónsson - Tróndur Jensen, Rókur av Fløtum Jespersen – Christian R. Mouritsen, Teit Jacobsen, Magnus Egilsson - Ari M. Olsen
Rás2 sigur frá dystinum í Gundadali, sum byrjar klokkan 18. Rás2 sigur somuleiðis dystinum á Toftum millum Víking og Ventspils úr Lettlandi.