HB sendi ÍF úr Europa stríðnum

Heimaliðið hevði nógv flestu møguleikarnar, og hóast ÍF síðsta korterið royndi at trýsta, so var heimasigurin ongantíð rættiliga hóttur

Í kvøld hevur HB vunnið ólavsøkudystin ímóti ÍF 1-0. Einsamallur málskjútti, tá ið eitt korter var farið, var Ári Mohr Olsen, sum við høvdinum sendi bóltin í netið, eftir langt innkast úr høgru frá Bartali Wardum og eitt sindur av aftur og fram, tá ið ÍF verjan drálaði ov nógv. Vinstri vongverjin Ári Mohr Jónsson legði innfyri, og Ári Mohr Olsen setti krúllin undir bóltin og skoraði.

Merkisvert var tað, at tað ikki var ætlanin, at Ári Mohr Olsen skuldi vera millum teir fyrstu ellivu. Ætlanin var, at Rókur av Fløtum Jespersen skuldi vera á HB miðvøllinum, og at Ári Mohr Olsen skuldi vera á beinkinum. Rókur stóð ikki royndina undir upphitingini, og so takkaði Ári Mohr Olsen fyri álitið við at skora sigursmáið, tá ið eitt korter var  farið.

 

HB var greitt oman á undan steðginum, tá ið tað ofta vóru spentar støður frammanfyri málið hjá Eliasi Rasmussen.

At tað ikki eydnaðist HB at økja um leiðsluna bar við sær, at tað alla tíðina var intenst. ÍF var nógv bragdligari í nærdystunum eftir steðgin, og í einstøkum støðum var tað spennandi í HB brotsteiginum, men tað eydnaðist ikki hjá Adeshina Lawal og Clayton Soares at skora.

 

Hetta var fjórði HB sigurin á rað. Hann ber við sær, at tað nú eru seks stig frá HB og aftur til ÍF. HB er á fimta plássi, sum ber rætt til altjóða luttøku við sær. Úrslitið í kvøld ber við sær, at Europa nú er langt burtur hjá fuglfirðingum.

 

Úrslitið ber við sær, at HB nú er á fjórða plássi við 31 stigum, meðan B36 er á fimta plássi við 29 stigum.

Í morgin fær B36 í Gundadali vitjan av Víkingi, sum er á triðja plássi við 34 stigum. NSÍ er á øðrum plássi við 36 stigum. KÍ, sum sunnudagin fer at spæla á Toftum, er topplið við 38 stigum.

 

HB-ÍF 1-0 (1-0)

1-0: Ári Mohr Olsen 16.

Dómari: Kári J. á Høvdanum

HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Fróði Benjaminsen, Ári Mohr Jónsson –  Christian R. Mouritsen, Tróndur Jensen, Bartal Wardum (Adrian Justinussen, 86.), Magnus Egilsson (Pál Mohr Joensesn, 80.) – Teit Jacobsen, Ári Mohr Olsen (Øssur Dalbúð, 72.)

Gult kort: Tróndur Jensen, Teit Jacobsen

Venjari: Jan C. Dam

ÍF: Elias Rasmussen – Leivur Joensen (Dánjal Pauli Højgaard, 84.), John Daniel Guðjónsson, Poul Nolsøe Mikkelsen, Alex José dos Santos – Karl Løkin, Kristoffur Jakobsen – Ari Ó. Ellingsgaard, Clayton Soares, Andy Olsen – Adeshina Lawal

Gult kort: Ari Ó. Ellingsgaard

Venjarar: Símun Eliasen og Jákup Mikkelsen