Síðsta bríksl hevur ljóðað á Tórsvølli, har HB í góðveðrinum í kvøld hevur sett punktum fyri europeisku luttøkuni fyri lið í ár.
Máltalvan vísir 1-0, og harvið hevur HB sett trý stig inn á føroysku liðkontuna í Europa. Hóast HB tapti 7-2 í Ísrael, og samantalda úrslitið var 7-3 og Maccabi Haifa harvið heldur fram í kappingini, so hevur avrikið og úrslitið sera stóran týdning fyri HB og føroyskan fótbólt.
Fyri HB var hetta greið uppreisn eftir stórtapið í Ísrael, og avrikið og úrslitið í kvøld er góð barlast at hava við sær í landskappingina, har HB mikukvøldið fær vitjan av toppliðnum KÍ.
Fyri føroyskan fótbólt hevur tað stóran týdning, at sigurin í kvøld ber við sær, at trý stig aftrat telja við í roknskapinum, sum er avgerandi fyri, um Føroyar næstu árini fara at eiga trý ella fýra lið í europeisku kappingunum.
Málið skoraði Michal Przybylski í 20. minutti. Daniel Johansen legði við frísparki úr vinstru og til handara stólpa, har Michal Przybylski setti innarusíðu á bóltin, sum trillaði í handara síðunet.
Eingin var um, at gestirnir vóru meiri á bóltinum, og tað vóru í fyrra hálvleiki fleiri støður í og kring heimabrotsteigin. Men tað kom sjáldan av álvara fyri, at tað var vandamikið frammanfyri HB málverjan.
Tá hevði HB tvær góðar støður umframt málið. Tann fyrra var, tá ið Mikkel Dahl smekkaði til úr 20 metrum, og málverjin tveitti seg og hálvbjargaði og so fekk fatur á bóltinum, áðrenn HB álopið var á honum. Og tann seinni var tveir minuttir undan steðginum, tá ið fínt uppspæl og innlegg úr vinstru endaði við, at Mikkel Dahl var í góðari støðu mitt fyri og dygst innanfyri brotsteigarmarkið. Hann royndi við skoti, men tað var eingin ferð á bóltinum, sum málverjin lættliga bjargaði.
Eftir steðgin var Maccabi Haifa fleiri ferðir í heilt góðum støðum at javna. At tað ikki eydnaðist komst av, at Teitur Matras Gestsson var framúr millum stólparnar, og tá ið tað loksins eydnaðist at fáa bóltin framvið málverjanum bjargaði miðverjin Hørður H. Askham á málstrikuni.
Framrættaði parturin á HB liðnum var eitt sindur øðrvísi, enn hann plagar at vera. Toppskjúttin í heimligu kappingini Mikkel Dahl, var ikki fremsti maður í kvøld. Hann var heldur framrættaður sentralur miðvallari, sum luttók meiri í spælinum – bæði á vøllinum og í luftini – enn hann plagar at gera. Mads Bo Mikkelsen, sum hevur verið nógv skaðadarvaður, varr í kvøld fremsti maður hjá HB.
Í kvøld var HB á Tórsvølli føroyskum fótbólti til stóran heiður ímóti Maccabi Haifa, sum er væl størri felag enn øll tey føroysku, men sum hevur tapt báðar ferðirnar, sum ísraelarnir hava verið í Føroyum.
HB – Maccabi Haifa 1-0 (1-0)
1-0: Michal Przybylski 20.
Dómari: Horatiu Fesnic úr Rumenia
HB: Teitur Matras Gestsson – Heri H. Mohr, Bartal Wardum, Hørður H. Askham, Daniel Johansen – Michal Przybylski, René S. Joensen (Ási Dam, 78.) – Pætur J. Petersen (Hilmar Leon Jakobsen, 46.), Mikkel Dahl (Jákup L. Thomsen, 64.), Adrian Justinussen (Áki D. Samuelsen, 83.) – Mads Bo Mikkelsen (Stefan Radosavljevic, 63.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Bjarti Vitalis Mørk, Dan í Soylu, Samuel Johansen Chukwudi
Gult kort: Daniel Johansen, Michal Przybylski, Adrian Justinussen, Jákup L. Thomsen
Venjari: Kevin Schindler