Upptakt
Í gomlum døgum vóru dystirnir millum HB og TB klassikarar í føroyskum fótbólti, men soleiðis er ikki longur. Men dysturin millum hesi bæði lið í Formuladeildini sunnudagin er ógvuliga umráðandi, tí bæði liðini hava stóran tørv á stigum.
Allir mans tøkir
Bæði liðini tykjast verða at kalla fullmannaði til dystin. Havnarmenninir vóru nógv skerdir, tá ið teir vitjaðu í Runavík seinasta leygardag, tí tá vóru tríggir mans Rasmus Nolsøe, Rúni Nolsøe og Heine Fernandez leikbannaðir, meðan Johannes Joensen var skaddur.
Teir tríggir leikbannaðu spælararnir eru nú tøkir aftur, men krumtappurin í verjuni, Johannes Joensen, er tó ógvuliga ivasamur eftir skaðan, sum hann fekk í lokaluppgerðini móti B36 fyri tveimum vikum síðani.
Í HB er eingin ivi um, at dysturin móti tvøramonnum skal brúkast til at reisa seg aftur eftir ósigurin farna vikuskifti, og um HB ikki skal missa sambandið til tey bæði fremstu liðini, Skála og B36, er kravið ein sigur á TB.
Hjá tvøramonnum stendur eisini væl til við fólki. Tá ið TB seinasta leygardag á heimavølli tapti fyri KÍ, var Alexander Jovevic ikki við, tí TB í løtuni hevur seks útlendingar tøkar í hópinum, men bert loyvi at brúka fimm. Um Jovevic aftur hesaferð verður tann, ið noyðist at hyggja at frá síðulinjuni er ivasamt, tí í vikuni fór Bárður Dimon aftur til Danmarkar. Bárður er eins og Jovevic miðvallari, og tí er spurningurin, um Jovevic kemur aftur í hópinum fyri at tippa holið eftir Bárð Dimon.
TB liggur í løtuni aftast í Formuladeildini, og trý stig eru upp til næstaaftasta liðið. Hetta merkir, at TB hevur stóran tørv á stigum, um teir ikki skulu missa sambandið við liðini beint omanfyri.